Fótbóltur: KÍ og Víkingur halda kósina

2016-08-21 17:41 Author image
Jógvan Samuelsen

Í dag hava liðini í Effodeildini leikt 21. umfar og tað vil siga, at nú resta bara seks umfør áðrenn ein nýggjur føroyameistari er funnin.
Hvør tað verður, er ikki lætt at siga enn, men tað er rímiliga vist, at tað fer at standa millum KÍ og Víking - og kanska NSÍ.

Tey bæði fyrru, sum bæði spældu á heimavølli, vunnu sínar dystir í dag rættiliga greitt.
KÍ vann sín dyst móti TB við fýra málum móti ongum eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Súni Olsen (2), Páll A. Klettskarð og Niels Pauli Danielsen gjørdu málini fyri KÍ.

Í Norðragøtu vann Víkingur eisini 4-0, og eisini har var hálvleiksstøðan 2-0. Andreas Lava Olsen og Sølvi Vatnhamar (3) gjørdu málini.

NSÍ misti eitt fet í meistarastríðnum, tá teir á heimavølli spældu málleysan javnleik móti HB, og tað gjørdi, at B36 við sínum 4-1 sigri á ÍF kom eitt sindur tættari at triðjaplássinum.

Sebastian Pingel, Gestur B. Dam, Hørður Askham og Lukasz Ciesewicz gjørdu málini fyri heimaliðið og Leivur Joensen minkaði um munin fyri ÍF.

Seinasti dysturin í 21 umfari varð spældur á Argjum, og har endaði tað við, at heimaliðið vann heili 5-0 móti B68 eftir at hava verið á odda við trimum málum móti ongum eftir fyrra hálvleik. Patrik Johannesen, Dan í Soylu, Símin Hansen (2) og Símun Samuelsen skoraðu málini hjá argjamonnum.

Úrslitið hevur við sær, at tað nú bara eru fimm stig millum AB, sum liggur á næstaftasta plássi, og Skála.

Støðan í Effodeildini eftir 21 umfør, er nú henda:
KÍ 50 stig
Víkingur 46 stig
NSÍ 43 stig
B36 38 stig
HB 35 stig
ÍF 25 stig
TB 20 stig
Skála 17 stig
AB 12 stig
B68 7 stig

 

placeholder

Meira langlesnaður