KÍ og Víkingur spæla steypafinaluna

2016-06-15 22:50 Author image
Dimma

Tær seinnusemifinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið hava verið í kvøld.

Lítil spenningur var í Runavík, har NSÍ skuldi royna at hála 4-1 tapið í fyrru semifinaluni í Klaksvík innaftur. Hesa ferð gekk betur, men finaluplássið hjá KÍ kom ongantíð í vanda. Dysturin endaði eisini 0-0, og harvið er KÍ endiliga aftur í steypafinaluni. Tað eru 10 ár síðan KÍ seinast var í finaluni. KÍ tapti finaluna móti B36 bæði í 2006 og 2001, og KÍ hevur ikki vunnið Løgmanssteypið síðan 1999.

Í Gøtu var stórur spenningur allan tíðina í dystinum millum Víking og Skála. Víkingur vann bert við tí eina málinum á Skála í fyrru semifinaluni. Um onkur helt, at so fór at vera lætt hjá Víkingi á heimavølli í seinna dystinum, fór viðkomandi skeivur.

Ólavur Mikkelsen legði Skála framum í 22. minutti, men fimm minuttir seinni javnaði Víkingur. Hendan støðan merkti kortini, at Skála bara skuldi hava tað eina málið fyri at koma í finaluna, og tað var fleiri ferðir um reppið. Serliga móti dystarenda brendi á framman fyri víkingamálið, men teir køvdu ælið og standa nú aftur í finaluni, fyri fimtu ferð á rað.

Finalan millum KÍ og Víking verður 27. august á Tórsvølli.

placeholder

Meira langlesnaður