KÍ ríður á bylgjuni og hevur annað beinið í finaluni

2016-05-26 19:45 Author image
Dimma

Tað vóru sera nógv fólk komin til dystin í Djúpimýru í kvøld, tá ið endurskapta KÍ-liðið vant burtur úr NSÍ í fyrru hálvfinaluni. KÍ ríður veruliga á einari bláari bylgju í løtuni, og bláa og hvíta liðið úr fiskivinnuhøvuðsstaðnum læt ongan iva vera um, hvat betra liðið var.

Har var veruligur klassamunur, sigur okkara maður í Klaksvík. Dysturin endaði 4-1, og greiði sigurin skal eisini síggjast í tí ljósinum, at NSÍ legði seg á odda tíðliga í dystinum, og at KÍ spældi við 10 móti 11 seinasta hálva tíman, tí at David Langgaard varð útvístur.

Jóannes Bjartalíð skoraði tvey mál fyri KI, Semir gjørdi tað fyrsta og Páll Klettskarð tað seinasta hjá klaksvíkingum. Poul Jóhannus Justinussen skoraði tað eina hjá NSÍ, og spurningurin er, um tað munar nakað, tá ið gerast skal upp, hvør skal spæla finaluna á Tórsvølli.

Undan dystinum tippaði borgarstjórin í Klaksvík her í Dimmu, at hansara menn fóru at vinna 3-0. Tað eydnaðist ikki, men málmunurin bleiv tó tann sami, og tað er eitt sera gott útgangsstøði til returdystin í Runavík.

Rómurin í Klaksvík var øgiligur gjøgnum allan dystin, og stemningurin var so góður, sum hann ógvuliga sjáldan er aðrastaðni longur í landinum. Tað er gott, at KÍ aftur er í oddinum og vísir, hvussu veruligur eldhugi kann geva føroyskum fótbólti eina aðra dimensjón enn sjónvarpsfótbóltur úr útlondum.

Unga stjørnuskotið Jóannes Bjartalíð spældi aftur ein branddyst fyri KÍ og verður helst brandaktuellur til A-landsliðið, um hann heldur stílin.

KÍ spældi nakað av tí besta. Liðið var aftur sera væl skipað yvir alla linjuna, og so hevur liðið ta sera umráðandi ferðina, sum kann skræða hitt liðið sundur. Liðið er væl fyri, og Mikkjal Thomasen hevur sett saman eina góða blanding av tekniskum og kropssterkum spælarum.

NSÍ-liðið var hinvegin eitt vónbrot hendan dystin, men slagið er ikki tapt enn, hóast teir taptu við trimum málum. Tað eina útivallarmálið ger, at teir enn hava eina evarska lítla vón, men so skulu teir skora trý mál á heimavølli móti formsterkastu verjuni í landinum, meðan KÍ einki skal fáa í hinum endanum. Og hvørki er serliga sannlíkt, sum KÍ spælir beint nú.

placeholder

Meira langlesnaður