Kilenar avmarka framleiðsluna

2016-06-21 19:57 Author image
Jógvan Samuelsen

Prísurin á aldum laksi er í løtuni so høgur, sum hann ikki hevur verið í fleiri ár. Og roknskaparligu úrslitini eru hareftir.

Eitt dømi um tað er føroyski alirisin, sum í fjør hevði eitt avlop fyri skatt, sum táttaði eina milliard krónur.

Avleiðingin av góðu gongdini er, at virðið á partabrøvunum í alifyritøkum alsamt er økt, eisini hóast virðið á øðrum partabrøvum er fallið. Eitt dømi um tað er dagshandilin í keypskálanum í dag, har indeksið fyri Oslo Børs í dag lækkaði eitt vet, men tað var als ikki galdandi fyri alifyritøkurnar, har partabrævakursurin hækkaði.
Marine Harvest Group hækkaði við 3,2 prosentum, meðan Norway Royal Salmon hækkaði við 6,7 prosentum. Og Bakkafrost hækkaði við 1,93 prosentum, vísa tølini frá Oslo Børs í dag.

Hegnar.no hevur hugt eftir, hví kursurin á partabrøvum í alifyritøkum er øktur so nógv sum hann er í seinastuni, og niðurstøðan er, at tað er avgerðin hjá kilensku myndugleikunum herða eftirlitið við alingini í landinum, sum sæst aftur.

Kili, sum er næststørsti framleiðari av aldum laksi, hevur havt stórar trupulleikar av sjúku seinastu árini. Fyri at bøta um hesi viðurskifti, hava myndugleikarnir gjørt av at økja frástøðuna millum aliringarnar og á tann hátt avmarka vøksturin í framleiðsluni.
- Kili hevur sett sær fyri at avmarka vøksturin til í mesta lagi trý prosent um árið, og sjálvt um har er nógv lógararbeiði eftir at gera, er tað eitt stig rættan vegin, sigur Kolbjørn Giskeødegård, sum er greinari hjá Nordea Markets, sambært Hegnar.no við Reuters.

Sambært greinarunum hevur avgerðin hjá kilensku myndugleikunum við sær, íleggjararnir aftur tora at keypa partabrøv í alivinnuni.

- Broytingarnar í Kili hava við sær, at tað ikki er so stórur vandi fyri negativum tíðindum úr Kili, og tað ávirkar prísin positivt, sigur hann.

placeholder

Meira langlesnaður