Kilometrar av plastikkleidningum dálka føroysku strendurnar

Kilometrar av plastikkleidningum dálka føroysku strendurnar

2017-12-09 12:01 Author image
Georg L. Petersen

– Eg skal viðganga, at vit als ikki vóru varug við trupulleikan við spreingileidningum, tá vit góvu umhvørvisgóðkenningina. Hetta snýr seg ikki bara um grótbrotið á Glyvursnesi, men eisini arbeiðið við undirsjóvartunlunum. Men vit royna nú at seta tiltøk í verk, so skaðin kann avmarkast.

Tað sigur Súni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sum hevur givið umhvørvisgóðkenningar til bæði grótbrotið á Glyvursnesi og undirsjóvartunlarnar undir Skálafjørðinum.

Tað var fyrr í ár, at gjørt varð vart við, at litfagrir leidningar lógu í rúgvum í Sandagerði, framvið sjóvarmálanum Yviri við Strond í Havn, í Nólsoy og í Kirkjubø. Jens Kjeld Jensen úr Nólsoy tók myndir av øllum leidningum, sum hann kundi savna í stórar beriposar eftir stuttari løtu.

Umhvørvisstovan hevur roknað út, at tá arbeiðið einaferð er liðugt, eru tað einir 36 kilometrar av leidningum, sum á henda hátt kunnu enda á sjónum, meðan arbeiðið fer fram.

Í Noregi hevur ein kommuna fingið eina bót upp á 400.000 krónur fyri tílíka dálking.

Lesið meira í blaðnum, sum er komið í sølubúðirnar, ella við at trýsta HER

placeholder

Meira langlesnaður