Føroyskt felag fyri kinavinir verður stovnað

2017-01-30 08:50 Author image
Sigmund Vang

- Føroyingar hava seinnu árini merkt, at Kina kemur nærri okkum, tí fleiri næmingar hava lisið í Kina seinnu árini og allarhelst heldur tann gongdin fram. Bæði Vodafone og Føroya Tele hava eisini ein kinesiskan undirveitara, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, leiddi eitt politiskt og vinnuligt fylgi til Kina í heyst fyri at kanna marknaðarmøguleikar fyri føroyskan útflutning. Harafturat búgva fleiri kinesarar í Føroyum og føroyskar fyritøkur hava í langa tíð havt samhandil við Kina.

Soleiðis siga stigtakararnir til eitt føroyskt-kinesiskt vinafelag, sum skal eita Kinavinir.

Føroyingar, kinesarar, føroyskir kinavinir og kinesiskir føroyavinir hava tosað um at seta eitt føroyskt-kinesiskt vinafelag - Kinavinir - á stovn í Føroyum, og tað verður nú gjørt.

Stovnandi aðalfundur verður “á Gráasteini”, Saltnesvegur 9 í Eysturoynni týsdagin 7. februar 2017 klokkan 19, og øll eru vælkomin, siga stigtakararnir. 

Meiri kunning fæst eisini við at fylgja Facebook-síðuni hjá felagnum ‘Kinavinir’.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður