Nevndin í Kinavinum skipað seg

2017-04-09 17:57 Author image
Sigmund Vang

Herfyri hevði áhugafelagið Kinavinir stovnandi aðalfund í húsunum “á Gráarsteini” í Saltnesi. Tríggjar kvinnur vórðu valdar í fyrstu nevndina hjá Kinavinum, og hava tær nú skipað seg. Forkvinna er Jóhanna Magnusardóttir, Judith Marjunardóttir Guttesen er næstforkvinna og skrivari, og Karwai Chan kassameistari, verður upplýst í skrivi sent miðlunum.

Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingslimur, og Jens Christian Olsen leiddu fundin sum ávíkavist fundarstjóri og umsetari. Viðtøkur felagsins vóru gjøgnumgingnar, felagið stovnað og nevnd vald. Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes Kommunu, segði nøkur orð og fegnaðist um, at Kinavinir høvdu valt at hava stovnandi aðalfund í Nes kommunu.

Eini 30-40 fólk møttu á fundi, og tað var gleðiligt at síggja so mong. Talan var bæði um føroyingar, ið hava arbeitt ella lisið í Kina, føroysk vinnulívsfólk, sum hava samhandlað við Kina, kinesarar búsitandi í Føroyum og onnur Kina áhugað. Sera spennandi var at hoyra, hvat tilknýti fólk høvdu til Kina.

Undan sjálvum aðalfundinum hevði Alfred Olsen fródliga og sera áhugaverda framløgu um niðursetumannin Olgar á Saltnesi, ið lat húsini, fundurin var í, byggja.

Ætlanin er nú, at Kinavinir í næstum veruliga fer í gongd. Øll áhugað kunnu fylgja Facebook síðu felagsins á www.facebook.com/kinavinir.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður