Kirkjugarðurin í Havn útbyggjast

Kirkjugarðurin í Havn útbyggjast

2017-07-24 12:15 Author image
Leif Láadal

Fríggjadagin undirskrivaðu Zacharias Jacobsen, stjóri á Konsax, og Annika Olsen, borgarstjóri, sáttmálan um fyrsta byggistig av útbyggingini av kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu síni, at samlaða økið, sum er tøkt til víðkan av kirkjugarðinum við Velbastaðvegin, er á leið 33.000 fermetrar. Fyrsta byggistig fevnir um eitt øki á 11.000 fermetrar. Talið á gravum í hesum fyrsta byggistiginum er 1.234.

placeholder

Meira langlesnaður