Kjakast um ung og rúsevni

2016-09-06 08:16 Author image
Sigmund Vang

Seinastu vikurnar hevur Sosialurin skrivað um evnið ung og rúsevnir í Føroyum. Tey fólkini, sum Sosialurin hevur tosað við vísa á, at tað er ein skuggaheimur í Føroyum, har ung enda í kriminaliteti orsaka av rúsevnum. Tey ungu selja og taka rúsevni og selja samstundis seksuellar tænastur fyri at fíggja sína misnýtslu. Kriminaliteturin í kjalarvørrinum av rúsevnismisnýtsluni er umfatandi. Spurningurin er, hvat vit sum samfelag skulu gera fyri at lofta teimum, sum enda í rúsevnistrupulleikum.

Mikukvøldið 7. september fara Hildur Hermansen, leiðari á Barnaheiminum í Havn, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum og umboð fyri SSP samstarvið at kjakast um evnið og at svara uppá, hvat gerast kann fyri hesi ungu.

Angela Hentze, mamma at dreingi við rúsevnistrupulleikum, fer at greiða frá sínum royndum og upplivingum.

Tiltakið verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni mikukvøldið klokkan 19.00 og er tiltakið opið fyri almenninginum.

 

Meira langlesnaður