Klaksvík fær nýggjan miðbý

2016-07-17 11:08 Author image
Elisa Vang

Nógv virksemi er við nýggja Biskupstorgið við Sandin, sum liggur skamt frá nýggja Betesda og við síðuna av kappróðrarneystinum, har Húsarhaldsskúlin eftir ætlan skal flyta inn. Bank Nordik skulu byggja á hinari síðuni, og skal bygningurin standa liðugur samstundis sum Biskupstorgið.

- Ætlanin er so, at alt økið rundan um Biskupstorgið stendur klárt, tá bygningurin er klárur, so tað er snøgt og pent at síggja til. Ein fitt detalja í sambandi við hetta er, at vit ætla okkum at endurnýta steinar, sum fyrr lógu á Longukei. Teir vóru grivnir upp fyri nógvum árum síðani og eru goymdir burtur. Teir eru enn vakrir á at líta, og teir skulu so leggjast á økið framman fyri Biskupstorg, greiðir borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim frá.

Í fyrstu syftu kemur torgið, terrassan og steinløgdu gøturnar. Á tekningunum á borðinum hjá borgarstjóranum er pláss eisini sett av til eitt sjósavn og eitt gistingarhus, sum fyribils standa á ynskilistanum. Men av teimum ítøkiligu ætlanunum er Húsarhaldsskúlin, har lesandi á Húsarhaldsskúlanum og onnur kunnu búgva. Gamla posthúsið, sum skal vera mentanarhús, skal standa liðugt í 2019/2020. Harumframt er umfatandi skúlabygging í ger, øll norðara síðan av Kí-høllini verður umvæld og nýggj kloakk-skipan og sjóhitaskipan er løgd frá ítróttarøkinum og omaná Vágna. Serliga áhugaverd er sjóhitaskipanin, ið kann spara upp til fimm milliónir litrar av olju, ið svarar til at øll sethús í Klaksvík skifta yvir til sjóhita.

 

Les samrøðuna við borgarstjóran í Klaksvík kommunu um stóru miðbýarætlanirnar í Dimmalætting hesa vikuna

 

 

placeholder

Meira langlesnaður