Klaksvík: Hvør bátabrúgv vigar 20 tons

Mynd: klaksvik.fo

Klaksvík: Hvør bátabrúgv vigar 20 tons

2017-08-24 10:19 Author image
Leif Láadal

Tilfarið til nýggju bátabrúgvarnar í Klaksvík er komið til landið, og nú arbeiða finsku veitararnir við at fyrireika tær til útsetan á Vágni, upplýsir Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.

Fyrireikandi arbeiðið verður gjørt úti á Norðborg á vestara armi, og so hvørt, sum brúgvarnar eru klárar, verða tær fluttar uppá pláss. Sum eisini sæst á myndunum, er talan um tungt tilfar, sum ikki letur seg flyta bara soleiðis; hvør brúgv vigar umleið 20 tons.
Byrjað verður við norðastu brúgv og ætlanin er so líðandi at flyta bátaplássini til nýggju brúgvarnar, so hvørt, sum tær gerast klárar. Tað er Ósbjørn Jacobsen, sum hevur gjørt tekningarnar av økinum, sum verður ein sjálvsagdur partur av maritima umhvørvinum við nýggja miðbýin.


Kelda og lesið meira HER

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður