Klaksvík: Rennibreyt, skúlabygging og fríðkan av miðbýi

Býráðið í Klaksvík. Mynd: Klaksvik.fo

Klaksvík: Rennibreyt, skúlabygging og fríðkan av miðbýi

2017-11-06 15:55 Author image
Leif Láadal

Skúlabygging, rennibreyt og ein vakrari býur eru nakrar av yvirskriftunum í fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar Býráð fyri 2018, sum skal til endaliga atkvøðugreiðslu 16. november.

Í fíggjarætlanini eru umleið 5 milliónir settar av til at gera arbeiði við vegum liðugt, umframt smærri dagføringar og betringar. 

Á ítróttarøkinum eru millum annað 9 mió. kr. settar av til rennibreytina við Másheygg, umframt at 2 mió. kr. eru settar av til at skifta graslíkið á vøllinum við Djúpumýru. 

Mentanarhúsið verður somuleiðis raðfest høgt á fíggjarætlanini; góðar 6 milliónir eru settar av til ta verkætlanina í komandi ári.

Í fíggjarætlanini fyri 2018 eru 6,6 milliónir settar av til nýggja miðbýin, har kringumstøðurnar um íbúðarbygningin skulu gerast og snøggast, umframt at økið skal fríðkast og fyrireikast til aðrar bygningar, sum koma í framtíðini

Knappar 6 milliónir eru settar av til økið við Borðoyarvík, og teir pengarnir skulu bæði brúkast til útstykking og betring av eitt nú veg-, ljós- og parkeringsviðurskiftum, umframt at økið rundanum bátahylin eisini verður ruddað og fríðkað

Bæði tey ungu og eldri fáa part. Á Skúlatrøð er ferð komin á byggingina, og skúlabyggingin er framvegis størsta einstaka íløga hjá Klaksvíkar kommunu nakrantíð. 20 milliónir eru settar av til skúlabyggingina í 2018, og hetta er eisini størsti posturin á fíggjarætlanini, eins og 3 milliónir eru settar av til at útvega eldrapláss. 

- Semja er millum allar býráðslimir um fíggjarætlanina, og vit leggja framvegis dent á at minka um skuldina og umleggja lán fyri at halda rentuútreiðslunum niðri. Hetta betrar um gjaldførið og ger harumframt kommununa sterkari at standa ímóti í verri tíðum, sigur borgarstjórin Jógvan Skorheim á heimasíðuni hjá Klaksvíkar býráð.

Kelda: Klaksvik.fo

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður