Klaksvíkingar skulu verða grønast

2016-05-24 13:15 Author image
Dimma

Klaksvíkar kommuna er farin at orða ein umhvørvis- og orkupolitikk. Sonevnda umhvørvisvikan var partur av hesari ætlan, og nú verður farið eitt grønt stig víðari.

Kommunan bjóðar nú øllum borgarum til at koma við sínum hugskoti til, hvussu Klaksvík kann gerast tann grønasta kommunan í øllum landinum.

Borgarin verður biðin um at skriva nakrar reglur um umhvørvi ella orku. Kommunan vil hava at vita, hvørji ynski og hvørjar vónir tann einstaki hevur, bæði nú og frameftir, tað vil siga bæði í dag og um 5, 10 ella 30 ár fram í tíðina.

Vilt tú siga tína meining, kanst tú gera tað her.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður