Klaksvíkar hornorkestur fekk ársins rósu

Mynd: klaksvik.fo

Klaksvíkar hornorkestur fekk ársins rósu

2017-12-21 11:16 Author image
Leif Láadal

Fyri 14. ferð varð ársins rósa latin í Klaksvík í hesi vikuni. Í ár fór rósan til Klaksvíkar hornorkestur fyri trúfasta og savnandi tænastu seinastu 67 árini, síðani felagið varð stovnað, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík segði millum annað soleiðis, tá hann handaði ársins rósu:

"Ársins rósa hevur verið trúfastur partur av býarmyndini í Klaksvík síðan 1950.

Harvið hevur ársins rósa also skapað gleði og samanhald í lokalsamfelagnum í heili 67 ár.

Ársins rósa megnar betri enn nakar annar at savna okkum øll. Ársins rósa setir ikki einstaklingin í fokus, men er tvørturímóti savnandi í øllum sínum virksemi. Ársins rósa ger ikki mun á ungum og gomlum, ríkum og fátækum ella nøkrum øðrum viðurskiftum. Ársins rósa er akkurat líka góð við okkum øll somul. Tey munnu vera fá her í lokalsamfelagnum, sum ikki hava upplivað at notið gott og fingið gleði av tí virksemi og avriki, sum Ársins rósa hevur útint. Vit tosa ikki um nakað, sum bert er gjørt í eina tíð, nakrar mánaðir, ella nøkur ár. Nei, vit tosa jú um heili 67 ár."

 

Kelda og lesið meira HER

 

 

placeholder

Meira langlesnaður