Klaksvík kókar eftir klassikara

2016-05-16 19:29 Author image
Dimma

Fótbóltsfepurin er av álvara farin at kóka, eftir at KÍ vann traditiónsríku uppgerðina millum risarnar í føroyskum fótbólti. Og tað eru veruliga nýggjar tíðir í Klaksvík. Ikki bara tí at KÍ er oddalið eftir 11. umfør í bestu deildini í fótbólti fyri fyrstu ferð í nógv ár, men tað er meira mátin, sum KÍ hevur vunnið síðstu dystirnar uppá.

Hart spæl og knallhørð dissiplin hevur ikki eyðkent liðið seinastu nógvu árini, men tað var aftur uppskriftin, tá ið KÍ vann týdningarmikla dystin móti HB í dag.  Lat tað vera sagt beinanvegin: KÍ vann uppiborið á HB. Ikki tí teir spældu so nógv betur, men tí teir hildu HB púrasta burtur av vandaleið, og tí teir tóktust nógv greiðari um, hvat teir vildu.  Einasta málið í dystinum kom beint eftir hálvleik, og HB megnaði ongantíð at skapa tann avgerandi málmøguleikan.

Í Havn gjørdi B36 sína skyldu og vann á B68, og sostatt er B36 ájavnt við KÍ við oddinum. Víkingur vann á ÍF í Gøtu, og NSÍ vann á Skála. Í botninum gjørdi AB veruliga ein vørr við at vinna á TB á heimavølli eftir dramatiskan dyst.

Úrslitini í dag vóru hesi:

KÍ – HB 1-0

Víkingur – ÍF 3-1

NSÍ – Skála 1-0

AB – TB 3-2

B36 – B68 3-1

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður