Vildi hitta Trump: Kann fáa 10 ára fongsul

2017-03-12 15:10 Author image
Simona Midjord

Leygardagin boðaði Secret Service, sum er lívverjan hjá amerikanska forsetanum, frá, at ein maður varð tikin, eftir at hann hevði klivið upp um stikið rundan um Hvítu húsini í Washington DC. Maðurin, sum nú kann vænta sær upp í 10 ára fongsulsrevsing, vildi sambært Secret Service vera við, at hann hevði eina avtalu við forsetan Donald Trump, og at teir eru vinmenn.

Talan er um 26 ára gamla Jonathan Tran úr California, sum nú kemur fyri ein dómara í morgin.

Tað var fríggjakvøldið stutt fyri midnátt lokala tíð, at Tran kleiv upp um jarnstikið. Við sær hevði hann ein ryggsekk við tveimum dósum av ”mace”, sum er eitt slag av táragassi, umframt eitt amerikanskt pass, eina teldu og eina av bókunum, sum forsetin hevur skrivað. Harafturat hevði hann eitt bræv, sum hann hevði skrivað til forsetan. Í brævinum nevnir hann millum annað russiskar teldusníkar og at hann hevur viðkomandi upplýsingar.

Nú verður hann ákærdur fyri at hava verið ólógliga inni á økinum og fyri at hava eitt vandamikið vápn uppi á sær. Revsingin kann vera upp í 10 ára fongsul.

 

Ikki fyrstu ferð

Hetta er ikki fyrstu ferð, at trygdin kring Hvítu húsini verður roynd.

Í september 2014 kleiv ein amerikanskur krígsveteranur upp um stikið við einum knívi og megnaði at koma heilt inn í húsini, áðrenn hann varð steðgaður. Tá noyddist leiðarin av Secret Service, Julia Pierson, at leggja frá sær, tí trygdin ikki var nóg góð.

Í 2015 vórðu hvassir píkar settir oman á stikið, sum er rundan um 4.000 fermetrar stóra økið rundan um Hvítu húsini, so tað bleiv truplari at klíva upp um tað. Í november hetta árið kleiv ein maður við einum amerikanskum flaggi eisini upp um stikið, og í apríl 2016 tveitti ein maður ein ryggsekk upp um stikið og kleiv síðani sjálvur uppum, áðrenn hann varð tikin.

Fyrr í ár varð samtykt at gera eitt nýtt stik rundan um Hvítu húsini. Núverandi stikið er 2,13 metrar høgt, men nýggja stikið verður meir enn 3,5 metrar høgt, og byrjað verður at seta tað upp næsta ár.

Kelda: Reuters

 

placeholder

Meira langlesnaður