Klettheyggj er fløktur og fakliga óambitiøsur

Klettheyggj er fløktur og fakliga óambitiøsur

2017-10-24 08:59 Author image
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur

Løgtingsstjórin vil burturvísa uppskotinum um stjórnarskipan. Hansara meining er sterk. Men hansara fakligu grundgevingar eru veikar.

Tingskipanin er ikki ein lóg. Hon er ein starvsskipan. “Forretningsorden” á donskum. 

Løgtingsskrivstovan skal syrgja fyri, at henda skipan, sum Løgtingið hevur gjørt til sín sjálvs, verður fylgd. 

Men tað er altso Løgtingið, sum hevur givið sær sjálvum tingskipanina. Og Løgtingið hevur eisini givið sær sjálvum rættin at víkja frá henni. Stundum kann tað jú blíva absurd at fylgja reinum teknikki heldur enn viti og skili.

Uppskotið um Stjórnarskipan Føroya er eitt lógaruppskot. Men tað er ikki ein vanlig lóg.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð skulu vit við hesi lóg áseta okkara støðu og okkara rættindi – bæði sum land og sum einstaklingar – á fólkaatkvøðu. Vit skulu formliga viðtaka, at evsta valdið í Føroyum er hjá Føroya fólki. At okkara heimildir altso ikki bara eru “læntar” frá donskum myndugleikum, sum summir formalistar framvegis halda uppá, men at hesar heimildir eru okkara egnu.

Vit skulu seta alt í verk sambært galdandi skipan, og á tann hátt góðkenna, at vit eru í ríkisfelagsskapi. Men samstundis siga vit, at vit í hesum felagsskapi byggja á egin virði. At vit eru í ríkisfelagsskapi, men at vit eru tað sambært okkara egnu treytum. At vit eru í ríkisfelagsskapi, men at vit eisini hava rætt at velja nakað annað, um ein greiður og varðandi demokratiskur meiriluti einaferð í framtíðini vil tað.

Ein slík lóg er meira enn ein teknikalitetur. Hon er eitt samleikaskjal og eitt rættindaskjal. Tí skal hon vera so smidlig og tíðarleys sum gjørligt. Og tí skal lesingin av henni ikki læsast føst við neyvan viðmerkingum um, hvussu hvør einstøk áseting skal tulkast.

Og júst tí hevur tað verið FULL SEMJA í politisku skipanini um, at lógin ikki skal hava viðmerkingar, sum gera hana stirvna og fastlæsta.

Tí hevur Løgtingsskrivstovan eisini fyri fáum árum síðani góðkent, at viðmerkingar ikki vóru til tær einstøku greinarnar, hóast tingskipanin sigur, at tað skulu lógaruppskot hava.  

Allir partar hava higartil ásannað, at ein yvirskipað lóg, sum skal samtykkjast á fólkaatkvøðu, sjálvsagt hevur hægri rættarstig enn ein starvsskipan hjá Løgtinginum – og at hon tí ikki kann steðgast av hesi starvsskipan.

Broytt støða
Men nú hevur Løgtingsskrivstovan broytt støðu.

Undir leiðslu av Jonhardi Klettheyggj er niðurstøðan heilt ein onnur enn hon var, tá Súsanna Danielsen var stjóri: Nú verður kravt, at uppskotið til stjórnarskipan skal viðgerast sum eitthvørt annað lógaruppskot. Hetta “samleikaskjalið” verður javnsett við eina broyting í skattalógini ella revsilógini, og tí verður mælt til, at tað als ikki skal viðgerast á tingi. Grundgevingin er, at viðmerkingarnar ikki eru nóg neyvar.

Juristar hava sum kunnugt ofta ymiskar meiningar um sama juridiska spurning. Summir fylgja bókstavinum út í æsir. Tí, sum stendur skrivað, kann aldrin víkjast frá, halda teir – sum var tað matematikk.

Aðrir juristar seta tingini í eitt størri politiskt og samfelagsligt høpi áðrenn teir taka støðu.

Jonhard Klettheyggj tykist hoyra til tann fyrra bólkin, og tað hevur hann fullan rætt til. Sjálvandi kann hann eisini hava eina aðra meining enn undankona hansara í sessinum, Súsanna Danielsen.

Talandi orðaval
Tá eg læs uppritið hjá Løgtingsskrivstovuni um uppskotið til stjórnarskipan, væntaði eg at síggja kliniskan, juridiskan teknikk.

Men so var ikki! Tvørturímóti! Uppritið er fult av persónligum, politiskum metingum. Tað er í fínasta lagi – men trupulleikin er, at tað fakliga grundarlagið undir hesum metingum er ilt at fáa eyga á.

Eg kann ikki viðgera alt her, men fari bara at vísa til tað rættiliga sigandi orðavalið hjá Jonhardi Klettheyggj.

Um okkurt í uppskotinum sigur hann, at tað er “ikki serliga ítøkiligt”. Okkurt annað heldur hann vera “ikki annað enn natúrligt”. Okkurt er “rættiliga fløkt” meðan okkurt annað er “ikki sørt ørkymlandi” í hansara eygum. Okkurt kallar hann “ógvuliga ivasamt” og okkurt “torskilt”. Hann heldur ikki at uppskotið er “búgvið” at leggja fyri tingið. So fer hann at tosa um, at grundarlagið undir verandi stýrisskipan er “gull vert”,  og sigur, at “somu ambitiónir kunnu ikki sigast at vera galdandi fyri hetta uppskotið”, sum “ber brá av” at tað ikki er gjøgnumarbeitt.

Summi av hesum hugtøkum hava valla nakrantíð áður verið at sæð í einum juridiskum uppriti. Tí tey eru als ikki juridisk hugtøk! Tann, sum ikki visti betur, kundi næstan fingið ta fatan, at her var talan um eitt lesarabræv...

Sum sagt: Tað er fínt at hava ein persónligan stíl. Men Jonhard mælir altso til, uppskotið verður burturvíst! So eg hevði væntað EISINI at finnar greiðar, tekniskar grundgevingar fyri tí. Men tær dugi eg, hondina á hjarta, ikki at finna á teimum trimum síðunum.

Tað, eg hinvegin fái góða kunning um, er hvat hann heldur vera “natúrligt”, “fløkt”, “ivasamt”, “torskilt”, “búgvið” – og enntá eisini hvat hann heldur vera “gull vert” í eini aðrari lóg.

Tað hevði eisini verið “gull vert” um ein av landsins hægstu embætismonnum hevði dyggari fakligar grundgevingar fyri tí, hann segði. Serliga tá hann ger eina so drastiska niðurstøðu, sum hana, hann hevur gjørt.

Eftir at hava lisið uppritið hjá Jonhardi er mín persónliga, subjektiva, politiska meining, at tað er “fløkt”, “torskilt”, “óbúgvið” og fakliga “óambitiøst”.

Sjúrður Skaale,
Fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður