Klumman: Gott og blandað

2017-02-18 15:46 Author image
Sigmund Vang

Ein skriviblokering kann seta mangt ymiskt í gongd, sum tú ongantíð hevði væntað. Havi seinastu dagarnar verið púra tóm fyri hugskotum til eina góða klummu, kanska eisini vegna øll skotini leygarkvøldið, sum hava eitrað heilan.
Tómt, púra tómt. Eitt hugskot, sum ikki er meiri enn hálvt og sum so verður burtur og verður avloyst av tí næsta, sum heldur ikki er meir enn tríkvart og puff vekk. Ongin reyður tráður, onki nakað, bert ein tanki um nakað, ið kundi blivið til okkurt og tó ikki.
Hetta fekk meg at hugsa um, tá eg gekk í barnaskúla og man skuldi skriva ein setning, ella eitt orð, ella eitt navn, eitt lýsingarorð, eitt sagnorð, sum alt bleiv tveitt í ein bolla og síðani lisið upp eitt fyri og annað eftir og sum formaði eina søgu, mest sum av sær sjálvum. Setningar sum “Beinta, bakaði bollar, á takinum hjá grannanum, meðan Ása roytti ókrút á vesinum” og annað volapykk fekk mangan láturin fram hjá teimum flestu. Eg elskaði hetta orðaspælið, minnist eg.
So, eg hugsaði at royna hetta, við trimum tankum eg hevði í høvdinum júst ta løtuna, og so royna at finna eitt hugskot til okkurt, sum líktist eini klummu.
“Fifty shades darker”, parafiliur/fetich og ein býtúrur í Havn, bleiv tað til.
Eg skuldi megna at skriva eina klummu, við hesum trimum lyklaorðunum.

Eg kann siga so mikið sum, at eg var í býnum leygarkvøldið og hugdi eftir “Fifty Shades Darker”. Eg haldi tað verða fascinerandi, at fólk hava ymiskar fetichir. Vit eru fleiri sum droyma um at verða domineraðar av Christian, sum hann er í bókunum. Men tá alt kemur til alt, so hugsi eg, at tað er betri í fantasiini enn tað var, um maðurin knappliga gekk runt heima í slitnum cowboybuksum og leðurpíski og bíðaði eftir, at eg kom heim frá arbeiði. Tað er akrasum, tað passar ikki inn í vanliga gerandisdagin við at koyra børn til skótar og handbólt, og tveita ræsta fiskin í grýtina og hita garnatálgina, vissi maðurin knappliga troppar upp í køkinum og ræsta luktinum í hasum outfittinum. Tað hevði bara verið totalt “off-side", akrasum hvat tramin gert tú Snikmar??
Men tað fascinerandi er, hvat ið tendrar okkum hvør í sær. Hvat halda vit er frekt og kinky, og kundu vit yvirhøvur hugsað okkum at útlivað nakrar av hesum fantasiunum, ella lata vit tað verða við tankan?

Eg kann brúka tímar omaná tímar við at lesa um ymiskar parafiliur/fetich. Tað mest spennandi er tað, sum eg slett ikki skilji og ikki kann seta meg inní, sum eg kundi hugsað mær at blivið klókari uppá. “Oculolinctus” til dømis, ið merkir at blíva tendraður av at slikka eygnaknøttin hjá onkrum. Tað er so løgið í mínari verð, men so vanligt í parafiliverðini, at orðið finst í orðabók fyri parafiliur (okey, so á wikipedia meðni), so tað má merkja at tað eru fleiri, ið dáma hetta her við eygnaknøttum. Hvussu kemur man inná, at hatta er tað man kundi hugsað sær, vissi man fer heim við onkrum eitt leygarkvøld?

To be continued... 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður