Klumman: Burn – og vikuliga snýtimáltíðin

2017-01-22 08:41 Author image
Sigmund Vang

So kom eg í gongd við viku 3. Havi sæð fram til hesa vikuna, tí frá viku 3 kann man loyva sær at snýta, men bert eina máltíð um vikuna og ikki ein heilan dag, sum kundi verið ynskiligt. Havi langt síðani sett mær fyri, hvat mín snýtimáltíð skal verða heilt har frammi í viku 4. Hon liggur har, so klár, roytt og beinfryst í boksini og bíðar, tí ikki var pláss fyri henni jólaaftan. Árliga jólagásin frá Eyðálvi. Áh dett vælsignilsi tað skal verða. Nú, í viku 3 fari eg at snýta leygarkvøldið, tá eg fari út við manninum. Tað er líkasum man blívur eitt sindur eyka forelskaður, tá dagurin við snýtimáltíðini er á skránni. Man ger eitt sindur eyka burturúr, finnur sær eitt sindur penari klæðir fram, ruddar húsið, setur stearinljós á borðið og planleggur í góðari tíð, hvat man skal borðreiða við. Eitt slag av forspæli til ta heilt stóru ekstasuna.

Men nú er tað so, at eg var “ótrúgv” longu um vikuskiftið. Hesum havi eg veruliga kvalir av (ella faktiskt ikki, tí tað var ÁH so gott!)

Eg hevði frí og tann yngsta var við hús, so vit báðar at baka. Eg vildi agera perfekta mamman, og lítla ynskti sær gularótakøku. Og tað vildi mamma her fegin hjálpa til við. Perfekta fitness mutter vildi fegin baka til húskið. Ikki til sín sjálvs, nei ikki fyrrenn frá í viku 3. Men tá hon so stóð har, vakra brúna, púra klár til at skera í, við aldukendum, fyldigum kremi, kendist tað næstan óreint ikki at fáa sær. Hin hvíti, á vinstru øksl teskaði og bað meg halda meg til reglurnar, eg fór at verða glaðari fyri tað í viku 3. Hin reyði gjørdi skjótt av, skumpaði hin hvíta útav, so ljóðini frá honum fánaðu í kreminum. “Et skjótt, hon sjálv, so telur tað slett ikki við. Gapa og et, lat vera við at hugsa. Reglur eru til fyri at verða brotnar."
Eg veit ikki, eg hoyrdi onki aftur til hin hvíta, haldi hann druknaði…

So kom maðurin heim og segði, at menuin inni hja svigers sunnudagin var dunna. Hm, so mátti eg aftur snýta tá. Og so komu eini boð frá systkinabarninum um, at hann helt føðingardag sunnudagin, altso omaná dunnuna. Ah so skít meðni, vissi man skal snýta, so snýt ordiligt!
Tað er nakað, sum eg havi lært “the hard way”. Tá eg gekk í student fyri 20 árum síðani, snýtti eg til royndina í latín. Eg tordi ikki, sum eitt býtt, at snýta fult og heilt, tí hvat nú vissi eg bleiv “busted”? Tí setti eg nakrar feilir í tekstin við vilja, tí eg væntaði at lærarin annars fór at óra ilt. Eg fekk snýtt meg til eitt 9-tal. Eg kundi fingið 11 og eg angri tað enn! Tað skal verða mín áheitan til tykkum har úti, snýt er snýt, um tað so er eitt sindur ella nógv. So snýtið for Guds skyld ordiligt, tá tit allíkavæl eru í gongd!

  

 

placeholder

Meira langlesnaður