Klumman: Brownie við ella uttan W?

2017-04-08 14:47 Author image
Sigmund Vang

Eitt snilt við at verða smáløgin er, at tú allarhelst ikki er tann einasta í familjuni. Ofta er tað arvað. So, tá tú spyr ein familjulim um eitt gott evni at skrivað um, og familjulimurin nevnir “Brownies”, so kanst tú verða vís í, at talan ikki er um eina lekkra, mjúka, sopputta chokolátakøku. Tí, hóast orðið leiðir okkum inn á køkudeiggj og celsius, og hóast tað ljóðar sum okkurt etandi, so er tað í hesum føri nakað heilt annað. Nakað sum hóast tað ljóðar sum ein brownie, í hesum føri stavast uttan “w”, nemliga “brony”.
Og ein “brony” er nakað sum familjulimurin bað meg lesa meiri um á netinum. Og “boy” gjørdist eg klókari! Tað besta við at lesa um ymiskt, ið tú ikki hevði peiling av eksisteraði er, at tú fær eyguni upp fyri, hvussu nógv annað eksisterar uttan fyri títt egna stovuvindeyga. Og hvussu ymisk áhugamál kunnu verða. Tí at verða “Brony” er also nakað heilt annað, enn at verða viðhaldsfólk hjá Kíf ella at ganga í bindiklubba. Hóast tey hava til felags at samla limirnar til nakað, ið tey sjálvi ynskja at verða ein partur av.
Jú víst er hetta løgið í mínari verð, men tó eru so nógv ið eru upptikin í og av hesum universi, at tað kanska ikki er so løgið, sum eg vil verða við til at halda tað verða. Serliga menn!
At verða “brony” er ein samanseting av orðunum “bro" (sum eg tulki sum brotherhood) og “pony” og sipar í stuttari merking til, at tú er fascinera/ur av “my little pony/friendship is magic”ein teknifilmsrøð ið var framleidd í 2010 til børn. Serliga ætlað gentum. Men hetta her við stereotypum heldur ikki altíð - tíbetur kann man siga. Annars hevði eg onki havt at hugleitt um.Tað er ymiskt hvussu nógv tú gongur upp í hendan áhugan, sum eg skilji tað. Summi møtast til treff, lata seg í sum onkrir av yndis hestunum, í parykk og sminku, samla uppá lítlu hestarnar við alskyns litum, við ymiskum evnum. Ein ungur danskur harri, Nicolaj Klitbo, hevur stovnað danska facebookbólkin “Danish Bronies” ið taldi 286 limir í 2014. Síðan hevði tá 1000 likes. Júst nú eg kannaði tað, hevði síðan 2039 likes. Hann sigur soleiðis í eini útgávu av “Euroman” (apríl, 2014):

“Der er en opfattelse af, at piger har lyserødt legetøj og drenge har blåt, og senere er der en opfattelse af, at mænd skal se fodbold og drikke bajere. Men mange mænd har måske også lyst til at udleve en lidt blødere side”.

Og nú er tað, at eg veruliga skal traðka eitt fet aftur og ikki hugsa nakrar fordømandi tankar. Tí, er hetta skaðiligt fyri nakran? Gera “bronies” nøkrum ilt við at dyrka hendan subkultur? Veita teir ikki bara gleði og fragd við at marsjera eftir strøgnum ein vakran várdag ílætnir pelsbúna og parykk?

Hvat er tað so sum ger, at tá eg hyggi eftir lítlu hestunum ið flóta her á gólvinum, gleðist so inniliga um, at dóttirin eigur teir og ikki maðurin? 

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður