Klumma: Á ferð

2016-05-29 11:40 Author image
Dimma

Í løtuni siti eg í einum flogfari hjá SAS, ávegis til Stokkhólm. Vikuskiftið hevur verið notið væl og virðiliga í Keypmannahavn, við góðum fólki, lekkrum mati og góðum veðri.

Tað einastandandi við at kunna fara eina slíka dreymaferð innímillum, er líkaso væl fyri at vakna. Men so leingi man er í dreymalandi, er onki óført. Tí í Keypmannahavn er heitt og her hava tey H&M. Her hava tey “strøget” og jetsettaralívið sum vit kanska fáa eitt petti av, eftirsum vit búgva í íbúð á Islands Brygge, sum “ríka mostir” vildi læna okkum. Her býr Remeé, beint yvirav. Og hann heldur stórar veitslur í penthousehæddini hann býr í. Vit vilja fegnar fanga ímyndina av hesum feita lívi, so vit sníkja okkum út á altanina og látast sum um vit taka myndir av bátunum ið liggja við bryggju, men taka í veruleikanum myndir av nøkrum monnum ið standa og roykja í penthousehæddini. Tann eini, sum stendur har, er myrkur so hatta er kanska Remeé. Og nú kom ein annar út, enn myrkari. Kanska TAÐ er Remeé. Men vit vita tað ikki við vissu, tí tað riggar ikki at zooma so langt at man sær tað. Men man kann gott ganga útfrá tí, tí soleiðis er við dreymum :-)

Nú er Stokkhólm fyri framman, og her er eisini heitt, 25 hitastig. Her hava tey metro við trimum sporum, og vit gerast í ørviti, tá vit skulu traðka á rullutrappuna, tí her koyra tær skjótari enn eg havi roynt fyrr. Man er ambivalentur fyri akra nær man skal traðka á - er tað nú, ella skal man bíða eftir at næsta trin kemur undan? Fólk tuska aftur og fram og eg undrist á, hví tey skunda sær so, tí tað eru bert tveir minuttir ímillum tokini. Men nú kennast føturnar hovnar og tá eg lati meg úr, síggja tær út sum eitt par av fílafótum. Eg hyggi í spegilin og mín dýra nýggja sminka er øll sveittað burtur og hárið, sum var so nossligt fyrr í morgun, er byrjað at krúlla. Tað er blivið troyttandi at eta fastfood aftaná 4 dagar, men man kann ikki loyvi sær at eta á matstovum hvønn dag, tað blívur ov dýrt og hitt er bíligari. Vegirnir beint við hotellið, har vit búgva, eru avbyrgdir, og nógvir politistar í skottryggum vestum standa og ansa eftir, tí onkrir búrhundar í elefanthúgvum hava gjørt herverk og álop. Tíðindini siga frá, at tað er tengt at hesi ársins tíð, tí hitin fær fólk at gerast meiri aggressiv. Men politistarnir eru nokkso smálekkrir í hesum búnunum og einu løtuna umhugsi eg at kasta ein stein har teir standa, bara fyri at vita hvussu tað er at verða handtikin av einum teirra...

Nú verði eg steðgað í tollinum í Sørvági og vóni ikki at hann hyggur í posan við skitnum undirklæðum. So eg royni at verða festlig og sigi at hann kann altíð fáa sær eitt “tampax” vissi hann manglar. Hetta heldur hann SLETT ikki verða stuttligt!

It´s good to be back :-)

  

  

placeholder

Meira langlesnaður