Klumman: Nummar 13!

2016-07-16 12:00 Author image
Dimma

Apotekið klokkan 16.30. Kenna tit tað? Bara líka inn at avheinta heilivág uppá recept. Íðandi fult av fólki, sum ger, at títt nummar ikki verður rópt upp fyrrenn einaferð. “Nummar 13! Nummar 13!”. Tú vónar at nummar 13 hevur pakkað saman og er farin, so nummar 14 sleppur framat. So sleppur títt nummar 27 skjótari fram í køini.

Eg veit ikki um tað er eitt kvinnu fyribrigdi, ella bara eitt fyribrigdi  eg havi, men um eg havi ov nógva tíð inni á apotekinum, so byrji eg at gera mær gitingar um, hvat hini skulu har. Og ringast er, tá man so kennir onkran. Man sær tey standa har yviri við hyllina við “sjálvrøkt” og sær tey taka ein pakka av glíðikremi. Ná, so veit man tað. Ella ein tilkomin maður, sum tekur sær eina pakka av hítum og langar á diskin, púra ósmæðin. Eg havi ongantíð torað at keypt hítir. Sjálvt ikki nú. Allarhelst tí eg hugsi, at hini hugsa sum eg, og gera sær gitingar til hvat eg skal brúka tær til. Eg veit gott, at tað er skítbýtt, tí tað er jú púra normalt, alt hatta har við glíðikremi og hítum. Men samstundis kann tað avdúka nokkso nógv. Hon kundi verið komin í yvirgangsárini, hon er í tí aldrinum.

“Nummar 17!” So eru bara 10 eftir til mítt verður rópt upp. Nú stendur ein eldri maður har frammi við diskin. Helst hevur hann gloymt prógvið fyri hvør hann er, og fær tí ikki heilivágin útflýggjaðan. Stakkalin.

Nú keypti ein “Nicorettetyggigummi”. So man hann royna at leggja av meðni.

Ein har yviri við “receptkassan”, sær ógviliga loyniligur út. Lenar seg langt innyvir diskin tá hann tosar við kassadamuna. Gudviti hvat hann skal hava útflýggjað. Nei, ikki hugsa meir. “Far og set teg niður”, sigi eg við meg sjálva. Tað er øgiligt, sum fólk síggja alvorlig út her inni. Tey flestu íhvørfall, hava eitt sovorið “lívið er ikki altíð lætt og eitt, hetta er ikki staðið til smalltalk” eygnabrá. Og so er aftur onkur, sum prátar uppá lívið, smílist sum um onki er. Tey skulu sikkurt bara keypa okkurt í handkeyp.

“Nummar 25!” nú verður tað beinanveg. Hov og nú var nummar 26 farin, so eg slapp framat skjótari enn væntað. Eg greiði frá, at receptin er ringd inn í gjár frá læknanum í Kollafirði og hon fer at kanna málið. Ímeðan standi eg hugtikin og eygleiði hasa snildu skipanina, sum ger, at tá ið avgreiðslufólkið skrivar okkurt á telduskíggjan, so gongur ein pinkalítil løta, so kemur lítla lyftan aftanfyri upp við tí heilivági sum er tastaður inn. Man tað sita onkur í kjallaranum, sum leggur heilivágin í skuffuna? Ná, nú kemur daman aftur. Hon greiður frá, at onkur misskiljing man verða, tí hon dugur ikki at síggja at receptin er ringd inn. Tað er ofta sovorðið fjas við skipanini, greiður hon frá, men hon hevur tosað við skrivaran, og hann skuldi orðna tað beinanvegin, men so mátti eg taka eitt nýtt nummar og bíða til mítt nummar varð rópt upp...

  

  

placeholder

Meira langlesnaður