Klumma: Minst til foreldrafundin

2016-05-24 07:56 Author image
Simona Midjord

Eg hevði júst fingið mær uppí koppin hendan vælsignaða mikudagin, eg var farin í barnaføðingardag hjá bróðurdóttrini í Vestmanna. Klokkan var blivin 19.30, áðrenn vit vóru komin fram. Fyrst til arbeiðis, so heim at gera nátturðan kláran, og síðani eitt rend til Vestmanna, áðrenn børnini skuldu leggjast. Men so ringdi fartelefonin. “Hey sexy! Tú, vit skulu á foreldrafund nú klokkan 20.00, tað visti tú gott, ha?”

“Foreldrafund? Hvar?”

“Also, skrivar tú ikki upp í kalendaran? Tað eru dreingirnir, ið skulu flyta upp komandi ár. Jeppe hevur fund fyri foreldrunum í kvøld.”

“ Ná, nei, tað plagar at verða Hallgrím, sum fer til foreldrafundir, eg veitsje, eg... ja, eg veitsje...”

“Nááá, tú ert ein sovorðin, sum ikki gongur uppí børnini, men bara uppí klummur og pubbqviss?” spurdi hon argandi. Men tó hevði hon sligið seymin á høvdið, føldi eg.

Ja, soleiðis kendist tað. Tí eg eri typan, sum ofta, næstan altíð, gloymi foreldrafundir. Tað kennist ofta, sum outlook-kalendarin er fullur av øllum møguligum øðrum, tá eg endiliga minnist til at skriva upp. Tak nú dagin í dag. Tað passar fínt, at fastursa heldur føðingardag í dag, tí yngsta hjá okkum fyllir í morgin, og muffinsirnar, ið hon skal hava við í barnagarðin, liggja á láni og skulu bakast, tá eg komi heim. Og slikkipinnarnir mugu eisini keypast. Tað einasta, eg fekk tíð til í dag á veg norð, vóru føðingardagsgávurnar til hesar lítlu, áðrenn eg skuldi vera í barnagarðinum í Kollafirði klokkan 17.

Vit hava valt at halda føðingardagin sunnudagin, tí eg fái ikki tíð í morgin og maðurin arbeiðir í kvøldvakt, og eg havi lovað meg til at hava pubbqvissina á tí lokalu fríggjakvøldið og mangli enn nakrar spurningar, sum eg má festa á blað. Fríggjadagin havi eg frí, men tá havi eg kundar í biksini heima og eftir døgurða havi eg lovað tí yngstu, at vit báðar skulu fara til Havnar, tí hon skal fáa hol í oyruni í føðingardagsgávu. Og tað má vera ein salong, sum skjýtur bæði holini í í senn, tí annars risikera vit, at tað eina kemur at bíða vegna hvøkkin av tí fyrra.

Og húsið skal ruddast, tí tað nyttar ikki at gera fyrr enn beint áðrenn, tí so flýtur tað aftur, áðrenn gestirnir koma. (Eg tími so illa at rudda!!!)

Og børnini skulu hoyrast, tá tey hava so nógv at fortelja frá degnum, ið fór, og frá øllum tí, ið melur runt inni í høvdinum, og tað skal vera her og nú, tí um man ikki lurtar, so kunnu tey kenna, at tað tey koma við ikki hevur virði, og man vil jú fegin fáa uppbygt vælfungerandi vaksin. Og tey sovna ikki fyrr enn klokkan 21-22, og mugu ballast ordiligt, við søgu og faðirvár, so tey kenna seg nøgd og elskað, áðrenn tey sovna. Men alt for ofta fái eg mær langar slangir eftir arbeiði, tí eg eri bara áh so móð, og fólk siga “sum tú sært troytt út, hví ert tu so myrk undir eygunum?” og samvitskan nívir, tí eg burdi farið á foreldrafund.


Aðrar klummur hjá Simonu

Kvinnukvøld í Trongisvági – strike a pose

At skoða hundin á hárinum

 

 

placeholder

Meira langlesnaður