Oculolinctus

2017-02-26 11:41 Author image
Dimma

Fyri at taka afturíaftur, har eg slepti seinast, so var eg inni á hesum her við fetichum. Eg var eitt sindur uppi at koyra eftir biograftúrin til “Fifty Shades Darker”, og blandaðu skotunum, eg hevði fingið innanborða. Eg hugsaði um, hvussu man kemur inná, at lata upp fyri hesum løgna loyniliga loyndarmálinum. Hvussu ber man seg at, vissi man fær fast eitt leygarkvøld, og fer heim saman við lekra alfahanninum og væntar sær tann heilt stóra umgangin, og so finnur útav, at stóri umgangurin fyri hendan, tú hevur tikið heim við, er at sleppa at brúka tunguna til nakað heilt annað enn hvat tú hevði ímyndað tær, nevniliga at sleppa framat eygunum á tær? Vit tosa ikki eygnalok, men ta vátu eygnakúluna inni undir eygnalokinum. Hvussu leiðir man leikin inn á júst tann partin?

Tí hetta er júst tað sum summi tendra uppá, Oculolinctus. Og tað sæst ikki á okkum. Tað vildi eisini verið løgið, og óheppið um so var. (“Náá... hann er ein Oculolinctussari..." Nei, líka frægt man onki veit).
Hvussu finnur man útav, at tað, at sleppa at sleikja eini eygnakúlu, ella kanska bara tankin um at sleppa tað, er øsandi? Er tað ein tanki, sum bara dettur niður undan loftinum eitt kvøldið, man liggur og hugsar ónærisligt? Kemur tað bara til ein soleiðis “ud af det blå”, ella man tað vera ein tanki, ið er íkomin fleiri ár frammanundan, og sum so er vaksin seg størri og størri?
Kanska tú hevur sitið og start inn í eyguni á onkrum og hevur hugsað, also tú hevur vøkur, dragandi eygu, og so hevur tankin bara útviklað seg til nakað, tú slett ikki hevði torað at droymt um? Ikki tí, onki forgjørt er í at hava ymiskar fetichir, men tað fascinerandi er, hvussu tær blíva til. Er tað kanska av óvart, eitt fríggj sum fór av kós, sum gjørdi, at tungan rakti eygað og tú bara visti, at hatta var akra tað? Ella kanska tað yvirraskandi í at taka hin á bóli við at stinga tunguna í eygað. Eitt sindur kløkkandi? Man er nývaknaður við svøvni í eygnakrókinum, og so fær man eina tungu í eygað, uttan ávaring, uttan at verða klárur?
Sum við eitt nú blottarum. Tað mest spennandi hjá blottaranum, sum eg havi skilt tað er, tá onkur gongur í egnum tonkum, kanska gongur ein spaseritúr í viðarlundini, og hevur tikið breyð við til dunnurnar og bara gongur og nýtir dagin og fuglasongin, tá so knappliga hesin nakni maðurin loypur undan einum træið og veittrar kalorius upp í andlitið á tær.
Og áðrenn tú fær vent tær, er hann farin aftur. Og tú stendur eftir við eini mynd av eini berari, hárutari reyv á nethinnuni. Nei eg bara undrist, um tað man vera okkurt líknandi, eitt yvirraskilsismoment í hasum eygnasleikjarínum.
Og sig so vissi alfahannurin eisini vísir seg at hava eina aðra fetich, saman við “oculolinctus” ...nemliga “eproktofili”? So er at sleppa sær vekk og tað aldrin for skjótt... Hví?
Lesið við næstu ferð, so finna tit útav tí ;o)

  

  

Meira langlesnaður