Klumman: Men tað er so skjótt til Havnar

2016-08-08 11:36 Author image
Sigmund Vang

Eg skal viðganga, at eg ikki var heilt glað við tankan, tá maðurin, ið er kollfirðingur, fyri fleiri árum síðani nevndi, at hann hevði sæð eitt stykki í heimbygdini, sum hann ætlaði at keypa. Eg ætlaði slett ikki við, og segði, at so kundi hann búgva í síni stóru borg einsamallur, tí eg fór IKKI út á bygd. ILLANSTÍÐ! Treiskur, sum hann er, svaraði hann, at líka legði hann í, tað mátti eg um, tað var pláss fyri mær, um eg broytti meining. Og ikki veit eg, her siti eg so í stóra slottinum og havi gjørt tað seinastu 9 árini. Og eg elski tað. Og tað, at eitt havnarfólk elskar lívið á bygd, er ikki fyri ein og hvønn at fata.

Eg tori at pástanda, at hvørja ferð eg møti onkrum, eg ikki havi sæð í langa tíð, so byrjar samrøðan við: “og hvat, tú býrt enn í Kollafirði?” Sum tað at festa búgv bara er nakað, man ger eina løtu fyri síðani at flyta. Helst til Havnar. Og eg svari sum vera man, “ja, har verði eg allarhelst búgvandi”, meðan viðkomandi við einum heldur syrgnum eygnabrá tykist vilja troysta meg og sigur so: ”men tað er eisini so skjótt til Havnar.” Ja, tað er stutt til Havnar, men tað er heldur ikki langt til Streymin, har eg ofta keypi inn. Álvara, um eg plagi at koyra norðureftir at keypa? Og tey flestu bæði spyrja og svara, sum fyri at koma við eini logiskari frágreiðing til hendan ørskap, tað er, at tað skal kunna bera til at fáa eitt lív upp at koyra uttanfyri stórbýin.

“Hvat fært tú so tíðina at ganga við í Kollafirði? Hvussu nógv børn hevur tú, ja, man hevur nokk at síggja til, viss man hevur børn.” Hvør skal siga, at so bilar onki, um onki er at fara til, tí so er tíðin fylt út. Og eg greiði frá, at eg læni bøkur á bókasavninum.

“í Havn,” svara tey, áðrenn eg eri liðug at tosa.

“Nei, í Kollafirði”, og so hyggja tey eina løtu, meðan tey bíða eftir, at eg skal siga tvætl, men eg sigi ikki tvætl.

So undrast tey á, at bókasavn er í bygdini. Tey hildu, her bara var ein kirkja og eitt missiónshús. Og eg greiði frá, at eg onkuntíð svimji.

“Í Havn,” svara tey aftur sum fyri at enda setningin.

“Nei, í Kollafirði,” sigi eg, og tey gløða við og bíða eftir, at eg sigi tvætl. Men eg sigi ikki tvætl. Tað vistu tey slett ikki.

Og vit hava lokalan keypmann, frisørar, eina hugnaliga café, børnini kunnu gera ítrótt og ganga til skótar og annað, og eg sjálv tími satt at siga slett ikki til Havnar, tá eg endiliga havi frí. Og tey bíða eftir, at eg skal siga tvætl, men eg sigi slett ikki tvætl...

  

placeholder

Meira langlesnaður