Frá galosjustivlum til youtubara

2017-03-26 15:07 Author image
Dimma

“Mamma! Eg havi havt marruna”, rópti hann og kom drønandi inn í kamarið og undir dýnuna.
“Ná, kom bara og legg teg her, men ikki vekja babba. Fortel?”
Og so fekk eg eina óhugnaliga frágreiðing um onkran youtubara, sum var einsamallur heima, eina teskandi rødd, sum kom sníkjandi úr myrkrinum, og eina ruskspann, sum kom flúgvandi ígjøgnum luftina. Sjáldan, at dreymarnir eru líka óhugnaligir, tá teir verða sagdir uppaftur fyri onkrum, sum slett ikki droymdi dreymin.
“Eg fari ikki innaftur! Tað er so gott pláss undir songini, at tað ber væl til at goyma seg undir har, uttan at eg veit. Eg klári ikki at hugsa um tað!"
Hetta fekk meg at hugsa um mínar egnu marrur, og tað sum eg plagdi at ræðast. Eg hevði ein ótta fyri, at sinnissjúka ommusystir mín skuldi liggja og goyma seg undir songini, tá eg var barn. Ok, eg var also 13 ár og visti væl, at tað ikki var logiskt. Og fyri ikki at gloyma lítla plássið undir songini, sum í sær sjálvum hevði forðað fyri, at tað yvirhøvur bar til. Men ein yvirgang hevði eg hetta ritualið, áðrenn eg legði meg, at eg mátti hyggja undir songina, við lykt. Við at brúka lyktina fekk eg eisini peilað av, um møguligir eiturkoppar sótu innast í skýmaskotunum, ja, og so møguligu ommusystrina. Tá eg ikki fann nakað undir songini, mátti skápið kannast. Eg mátti taka meg saman fyri at lata skápshurðarnar upp, tí hvat nú viss! Og so at lúra afturum tey pløggini ið hingu. Sum um nakar hevði passað at sitið samankropin í horninum í mínum lítla skápi.
Undir songini, tjekk, inni í skápinum, tjekk, og so tað seinasta, at rista dýnuna og koddan, vissi nú eiturkoppar lógu og ballaðu seg har. Eg fann ongantíð nakað eg leitaði eftir, skal eg viðmerkja.
Mamma ræddist einar galosjustivlar, sum stóðu í gongini uttanfyri kamarið, tá hon var smágenta.
Hon ræddist teir sum pestin, og tordi ikki at fara upp at pissa, tí hon mátti framvið teimum. Sum um teir komu rennandi eftir henni og spentu bein, tá hon gekk framvið. Tað er so løgið við náttini. Hon er so still og setir so nógvar løgnar tankar í gongd. Babba plagdi at fortelja um systir sína, sum var ófør at siga søgur fyri sínum yngru systkjum, tá tey vóru smá. Eina lýsing minnist hann serliga væl. Hann minnist ikki sjálva søguna, men minnist persónslýsingina. Ein lýsing av einum manni, ið stóð har í myrkrinum, ílatin svartan hatt. Tað var hansara ræðsla. Serliga tað, at maðurin hevði hatt.
Tað er so ólogiskt, at ein ommusystir, ein youtubari, eitt par av galosjustivlum og ein hattur skulu hava tað til felags, at tey loypa ræðslu á okkum. Serliga ólogiskt og skemtiligt er tað, tá man fortelir hetta á miðjum degi og hoyrir seg sjálvan siga tað hart. Til kvøldið kemur, og friður legst yvir landið og tankarnir aftur fáa frítt flog.
Minnist til at hyggja undir songina, áðrenn tit leggja tykkum…

  

  

placeholder

Meira langlesnaður