Klumman: Thirty Something

2016-09-10 14:27 Author image
Sigmund Vang

Tá eg gekk í fólkaskúla, gekk ein seria á Scansat, sum æt “Thirty Something”. Hon var so mega rotin, minnist eg, at eg helt. Til sovorðin gomul fólk, í 30’unum. Eg skundaði mær altíð heim, tí eg mátti síggja “Paradise Beach”, ella “Intriger”, sum ein æt. Men ímillum hesar var so handan rotna, til tey gomlu. Og hvørja ferð hon vísti seg á skíggjanum skifti eg. Onkuntíð var onki frægari at hyggja eftir, og eg kroysti meg at hyggja eina løtu, bara fyri at vita, hvat hon snúði seg um. Eg kundi ikki relatera til nakað av tí, sum hendi har, og skilti ikki, at hon fekk so góð ummæli.

Fólk, ið tosaðu um skilsmissu, ella sum skeldaðust um, hvør skuldi passa sjúk børn. Onkur, sum mátti taka sær av sínum byrjandi dementa pápa, og onkur annar, sum var komin í panikkaldur, tí tey nærkaðust teimum 40 árunum. Onkur, sum aborteraði, og onkur, sum ikki kundi fáa børn. Ymisk viðurskifti í lívinum, sum eg “gud viti um eg nakrantíð” fór at kenna nakað til.

Mitt í øllum hesum helt babba rundan 40 ára føðingardag. Oh my oldie.

Eg og ein vinkona, ið eg hevði fingið loyvi at bjóða við, hugnaðu okkum óført ímillum hesi eldru fólkini. Hon segði mær, at hon hevði sæð babba givið mammu ein so heitan og innarligan koss í gongini løtu frammanundan. Føj!

Vit tosaðu um, hvussu tað mundi verða, tá vit fóru at fylla 40. Tað var góð tíð til tað enn, ja heilt har frammi í 2000 og nakað. Gud viti hvussu framtíðin fór at síggja út.

Setti meg akra at leita eftir Paradise Beach á netinum. Bara til stuttleika. Tann fyrsta, sum eg kom framá, var Megan Connolly. Tað vísti seg, at hon doyði í 2001 av eini yvirdosis. Kirk (Manu Bennett) er í dag 46 ár. Eg eri 38 ár.

Tá man er 38, skilir man væl, at ein seria sum einaferð gekk og sum fekk góð ummæli, æt “Thirty Something”. Knappliga stendur man í teirri støðu, at man kundi verið ein av høvuðspersónunum í seriuni.

Man kennir til tað at hava mist mammu sína av krabba. Ella at hava eina vinkonu, ið hevur mist tvey børn. Uppaftur eina, sum er skild frá manninum. Eina aðra, sum hevur aborterað, eina, ið skeldast við mannin um hvør skal verða heima hjá sjúkum børnum, og so eg sjálv, sum eri farin upp at flaksa og livi dreymar út, sum hava ligið pakkaðir burtur á onkrari støvutari hill. Panikkaldur?

Og eg hoyri meg sjálva siga við míni børn, at “eg minnist sum var tað í gjár”, og “kunnu tit ikki taka upp eftir tykkum?”, meðan eg siti og bíleggi flogferðaseðlar til mín og mannin, tí vit mugu keypa okkum løtur at vera saman tveyeini.

Og meðan eg hoyri andlátini kennist eg brádliga við nøvnini, og fólk, sum altíð hava verið, eru ikki meira. Og tann elsti, sum fyllir 14 ár leygardagi,n ynskir sær bara brunch saman við teimum nærmastu í staðin fyri stóran føðingardag. Carpe Diem!

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður