Klumma: Frakkin

Klumma: Frakkin

2017-09-30 09:37 Author image
Simona Midjord

“Hon er í trongari troyggju, og skjúrti ið er ov stutt. Soooo stutt!"

Dámi so væl handan sangin, veit ikki hví. Eg blívi onkursvegna so forvitin av honum, hvør man handan gentan vera, sum gongur í so trongari troyggju? Eg síggi fyri mær eina unga damu, sum hevur verið í gomlu klædnagoymsluni hjá ommuni, og funnið eina lítla skipstroyggju fram frá “gemmerne”, og skjúrtið er kanska úr vínreyðum rugskinni. Ná, men tað var slett ikki tað sum eg skuldi skriva um, men tá eg skuldi skriva um mín nýggja frakka, poppaði hasin sangurin upp í høvdinum.

Tað var soleiðis, at eg fór í SMS seinasta vikuskifti at keypa klæðir til dóttrina. Hon manglaði nýggj regnklæðir, buksir og sokkabuksir. So, tá eg hevði keypt tað, datt eg um ein dýnujakka til elsta sonin, fyri lítið og lætt. Hann mátti eg keypa. 

So burdi eg pakkað saman og farið í bilin. Men, eftirsum eg nú var har, so kundi eg líka stinga høvdið inn í ein av klædnahandlunum til kvinnuna, bara fyri líka at seta fingurin á pulsin, um eg manglaði okkurt sum eg ikki visti av. Okkurt smávegis til garderobuna kanska. 

Og so hekk hann har, myrkablái ullfrakkin í trenchcoatstíli. Eg kundi líka royna hann. Eg visti longu, tá eg tók hann av stativinum, at eg fór at keypa hann. Onkuntíð veit man tað bara.

Eg sá fyri mær, hvussu væl hann fór at rigga til mín, ein kaldan heystardag, tá eg var í lekrum leðurlookbuksum, og hasum vínreyðu skinnstivlunum, sum eg bara hevði sæð í einum handli, men sum eg ikki hevði keypt enn, og heldur ikki visti um eg kundi keypa, nú eg hevði keypt so nógv annað. So burdi eg havt hárið leyst, tá eg brúkti hann, tí tað gevur bara okkurt eyka, akra sum, man bara hevur tveitt seg í okkurt og ikki havt tíð at styla hárið, sum man hevur brúkt langa tíð til at styla, fyri at fáa tað at síggja so natúrligt út sum møguligt. Eg gleddi meg! 
So var tað líka tað. Eg síggi altíð fyri mær, at tá eg keypi okkurt nýtt, so verði eg nýggj. So skifti eg stíl, eg verði hin stílreina, altíð tjekkaða, sum riggi væl hvønn dag. Tað er bara tað, at tá man fer út av hurðini á morgni, so er tað so natúrliga behagiligt at lata seg í sneakers og onkra opna troyggju, sum hongur har á knakanum. Og tá riggar nýggi frakkin slett ikki til. So tað má tilpassast nær man skal í hann. Man kann ikki bara lata seg í hann og vera í sneakers afturvið. 

Og heldur ikki ósminkað, og við fesjuttum hári. 

So er tað eisini tað, at man má hanga hann í skápið eina tíð, áðrenn man fer at brúka hann fast, tí annars sær maðurin, at man hevur keypt okkurt nýtt, sum er óneyðugt, í hansara verð. So tað krevur snildi at fáa hann út í ljósið, uttan at hann varnast, at hann ikki hevur verið har allatíðina.

Hvør segði, at tað skuldi verða lætt?

placeholder

Meira langlesnaður