Klumma: Svíkjarasyndromið

2016-06-05 13:25 Author image
Sigmund Vang

Og eg so gjørdi, tí hetta ljóðaði spennandi. Kanska serliga av heitinum, ið leggur upp til, at hendan fantastiska einastandandi kvinnan sum eg kenni, og sum eg eri so góð við, skuldi verða ein svíkjari. Tað kundi simpilthen ikki passa, so tí mátti ein lættari ”research” til av heitinum, fyri at gera meg klókari.

Lat meg siga beinanvegin, at upplýsingarnar eg havi funnið, ikki koma undir vísindaligar greinar, tær eru funnar á google. Tó, so siga tær, eg havi lisið, tað sama, og vísa til eina grein, ið var skrivað í 1978 av tveimum sálarfrøðingum (Pauline Rose Clance og Suzanne Imes).

Um hetta svíkjarasyndrom stendur at lesa, at hetta er eitt hugtak, ið verður nýtt til at lýsa menniskju, ið hóast tey eru dugnalig og evnarík, hóast rós, viðurkenning og heiðurslønir, mangla evni til at síggja tað sjálvi og ikki meta, at tey hava uppiborið hesa viðurkenning. Og serliga eru tað evnaríkar kvinnur, ið líða undir hesum.

Tað, ið kann tykjast sum følsk beskeðinheit, er í grundini ein verulig kensla av sjálviva. Fólk, ið líða av svíkjarasyndromi, halda, at øll rundan um seg eru lumpað til at halda tey vera so og so dugnalig. Tey kunnu biðja um umbering fyri síni avrik og ganga bara og bíða eftir, at onkur finnur útav, at tey slett ikki eru sovorðin talent, sum hini ganga runt og halda tey vera. At ímynda sær, at man bara gongur og bíðar eftir at verða fangaður við skegginum í postkassanum, tá onki skegg er, ”so to speak”.

Og so kundi tað endað her.

Men so fór eg at hugsa, gud viti um eg ikki eisini eri eitt slag av lumpara. Bara umvenda vegin, meiri ”fake it until you become it”. Eg havi funnið útav, at man kann koma rættiliga langt við at siga minst møguligt. Tak eitt nú onkra diskussión um okkurt evni, eg hvørki veit A ella B um, men eg eri tilvitað um tað, og bara við at svara ”hmm hmm…” ella ”nemliga”, krimpa eyguni nakað ímeðan og síggja út, sum eg hugleiði, meðan eg lati hini tosa, so tykist eg ordiliga áhugað og ikki minst skilagóð. Er tað ikki nokkso smart?

Og nú verður gangi hálv marathon leygardagin. Tað havi eg teknað meg til. Tí eg haldi tað er ordiliga cool at vera við, og vera ein av teimum, ið kunnu siga, at man hevur luttikið og gingið hendan langa tein. Og tá fólk spyrja ”áh, er tú von at ganga” svari eg ”nei, men eg plagi at venja í kjallaranum”, so spyrja fólk ikki meiri, tí tey ganga bara útfrá, at eg venji ordiliga nógv, og eg sleppi undan at pensla út, hvat venjingin inniber. Er tað ikki eisini nokkso smart?

So fáa vit at síggja, hvat næsta klumma fer at snúgva seg um, og um eg nakrantíð kom á mál.


Her er ein onnur eldri klumma hjá Simonu:

At skoða hundin á hárinum

  

  

placeholder

Meira langlesnaður