Klumman: Tá eggini loysna... og forfarast

2016-06-27 14:00 Author image
Dimma

Djórafilmar eru stuttligir. Serliga, tá tað tey gera kann setast í samband við fólk. Eitt nú er stuttligt við paringsleikinum hjá djórum. Strutsar hava ein heilt serligan pardans, tá tað lagið er á teimum. Leyvurnar eru heldur ráar, tá tær ætla sær okkurt, og so eru tað apurnar, sum í nógvum førum líkjast okkum, men kanska mest tá vit eru full... men felags fyri tey øll er, at tey gera nakað heilt ávíst, tá tey ætla sær at skora.

Og, ikki so løgið, so kann tað setast í samband við fólk. Ein rúgva av kanningum eru gjørdar um, hvussu eggjaloysn ávirkar kvinnuna og ikki minst menninar, ið standa í skotlinjuni. Eg havi sum so ikki bitið merki í hetta sjálv og knýtt tað at eggjaloysnini, men tað eri eg farin at gera seinastu árini, síðani eg sá onkra sending um hetta evnið, og so eisini tí eg arbeiði á einum stað, har kvinnurnar eru í yvirtali. Tá snýr samskiftið seg um nógv ymiskt, sum kanska ikki er tað sama sum, tá menn sita og tosa saman. Eitt nú, hvussu eggjaloysnin ávirkar okkum, og ikki minst PMS!

Skal eg taka meg sjálva sum dømi, so havi eg, nakrar dagar í mánaðinum, eina kenslu av at vera lekrari enn aðrar dagar. Tá gevi eg mær stundir at sminka mær, havi hug til at lata meg eitt lítið sindur lekrari í, og kanska eitt sindur meiri niðurringað, enn eg havi hugsað um skuldi verið óvanligt. Hesar dagar kenni eg meg sera væl og undrist á, hví eg ikki fyrr havi lagt til merkis, hvussu lekkur hesin og hasin er, sendi viðkomandi eitt heldur størri smíl enn vanligt og eina heitari eygnakontakt. Ja, faktiskt er tað rættiliga lekkurt at kenna seg so lekra og kann sammetast við, tá man hevur drukkið eina cider ella báðar tvær ov nógv. Skilið verður sett til viks, fyri at fáa eina eventuella “køku í ovnin”. Spell, at hesir superdagar vara so stutt. Tí áðrenn man hevur vent sær, eru teir avloystir av onkrum, ið kann sammetast við moralskar timburmenn. Tankar so sum “what was I thinking flirting with that one?!”, og “gotter eg sovi heldur tjúgu minuttir longri í morgun enn at brúka tíð uppá meg sjálva” koma sníkjandi, uttan at man gevur sær far um tað. Eskaleringin kemur so á leið tvær vikur eftir superkensluna, tá ein óhugnakensla yvirtekur kroppin, og broytist frá “beauty” til “beast” við einum rastloysi, sum ikki kann forklárast, men sum inniber, at tá man hyggur í spegilin, hugsar: “Harragud also, havi eg altíð sæð soleiðis út??” og “Hví tramin larma øll so illa?” ella “hví kann maðurin ikki bara pilla av til skips?? (Men líka keypa chips og dipp, áðrenn hann fer?)”

Eg havi mangan hugsað, at tað er heldur ógvisligt at bíta høvdið av makanum eftir paring sum svarta einkjan ger. Men nú eri eg farin at bera í bøtuflaka fyri hana og eri farin at hugsa, um hon kanska bara hevur ein óvanliga stuttan cyklus?

  

 

placeholder

Meira langlesnaður