Trøllanes og lívið á bygd

2016-07-08 14:43 Author image
Dimma

Onki kann sum summar í Føroyum framkalla hugin til at syngja gomlu fosturlandssangirnar hjá Christiani Matras og Hans Andriasi Djurhuus. At síggja oyggjarnar klæddar í skrúð í sínum grønasta búna, so grønum, at man kennir munnvatnið renna og skilir væl seyðin, at honum dámar at bíta av bøkkunum. At lýta yvir oyggjarnar ein góðveðursdag av hæddunum, fær ein at hugsa um, at hevði ein hendur Guds, so kundi man kínt toppunum og mjúku dølunum og kent hvørja foyru millum fingrarnar.

Eg havi mangan verið í Elduvík, tá røturnar koma haðani og nærhendis. Eg havi litið yvir á Trøllanes og skilt hví tað eitur so, við tað at tað líkist einum stórum trølli, ið liggur og slangar sær í havinum. Men fyrr helt eg tað ljóðaði nokkso óhugnaligt. Til eg fyri fyrstu ferð, seinasta fríggjadag, setti føturnar á grund á Trøllanesi, við starvsfeløgum mínum. Mær rann í huga, ”meg minnist eina mynd” sum kundi verið ímyndin av lítlu føroysku bygdini, við smáu húsunum, áarløkum og lítla heimalambinum, ið rann runt millum gestirnar fyri at vita, um ikki onkur vildi kína tí ella geva tí okkurt gott. Tað manglaði bara, at gentur løgdu løk á blik.

Ferðaleiðarin, ein ungur maður um tey 22 árini, leiddi okkum runt í haganum (ja, eg minnist ikki staðarnøvnini). Brádliga lat í honum, í tí hann leit oman yvir lendið, ið var rættiliga stórt í minum eygum, at har vóru tær, gæsnar hjá honum, sum hann hevði havt eyguni eftir fyrr um dagin. Ja, hann gekk hendan hagatúrin mest sum hvønn dag og onkuntíð fleiri ferðir dagliga. Hvat er tað ikki veldugt at hava alt lendi at ferðast á.

Hann greiddi frá, at hann hevði fest garðin, og at tað vóru tveir aðrir garðar í bygdini. Um summarið arbeiddi hann sum ferðaleiðari og hinar árstíðirnar brúkti hann í smiðjuni og til at fáast við seyð. Í smiðjuni! Hetta var akkurát sum eitt ævintýr. Eg hugsaði um hvussu eg hevði egna meg sum bóndakona, men eg kom skjótt til ta niðurstøðu, at tað stuttligasta nokk hevði verið at runnið eftir unga bóndanum. Bóndalívið hevði eg nokk ikki egnað meg so væl til. Og hetta við at leggja mær tað sagda í geyma, eg veit ikki, tað heftir ikki so væl. Men eg minnist tó navnið á einum steini, og tað var ”fríggjarin”. Eisini minnist eg, at tey plagdu at taka til, at um ein úr Kallsoynni og ein úr Kunoynni fingu børn, so mundi tað nokk verða kalkunirJ

Eg skilji væl, at fólk fella fyri lívinum á bygd. Man fær hug til at skriva eina bók meðan man situr har í grasinum og kennir friðin. Og man tað ikki verða fantastiskt at hvíla í tí vakra, ið er í nánd, heldur enn at lata sítt rótleysa sinni tráða eftir tí, ið er hinumegin allar hasar sera smølu tunlarnar ið knýta bygdirnar saman? Eg ivist í, um grasið er grønari aðrastaðni enn í Trøllanesi. Men hinvegin, so fekk eg eina ábending um, at man eisini har brúkar NPK gjødning....

 

 

placeholder

Meira langlesnaður