Klumma: At skoða hundin á hárinum

2016-05-05 00:00 Author image
Dimma

Er ikki altíð so lætt í dag. Væl at merkja um man tekur setningin í bókstavligum týdningi. Tí tað at hava hár er ikki vælsæð, íhvørtfall ikki tá talan er um hár undir ørmum, beinum og bikinilinju. Hetta er gott hjá mær, ið havi eitt bijob sum kosmetolog og harvið hártakari. Tey eru fleiri, ið leggja leiðina forbí, tí tey ynskja ein hárfríari kropp. Og eg royni at vera ein góð fyrimynd í so máta.

Ein dagin var eg farin í gongd við mínar egnu armholur. Eg mátti næstan drekka mær mót til, áðrenn eg skræddi fyrsta strimmilin av. Au for ólukkan!

Tá eg hevði framt hendan sjálvtorturin nakrar strimlar á rað, ja eg tordi ikki at taka alt í einum, hóast elsti sonurin, ið sat og eygleiddi henda øra leik, royndi at eggja mær til at taka restina eisini, megnaði eg ikki meira. Strimlarnir lógu á gólvinum við hárum, ið vóru skrødd úr sínum fjálgu holum og líktust einamest onkrum sjótrølli, ið býr niðast í myrkrinum á havsins botni, læt sonurin meg vita. Hendan viðgerðin er sostatt til tey djørvu, og síðani eg bara eri hálvt djørv, so fekk hin armholan rakiblaðið at føla.

Men pína ella ikki, stórur munur er á, hvat heldur longri, so er spurningurin bara, hvat man torir..

Nú er so um at verða um tað mundið, at nøsin treingir til ein umgang. Og tað er yvirraskandi, hvussu nógv hár vit hava í nøsini. Tey hava sjálvandi sína funktión, eitt nú sum eitt slag av lianum hjá bussimonnunum at sveiggja sær í, og fyri at halda støvpartiklum burtur frá andaleiðini. Men halt kipp tað kennist gott at anda inn, sum um nøsin er nakin, og tað er hon jú eisini. Men áðrenn fríar andaleiðir krevur tað eitt sindur av venjing, til at gera júst tann rætta nasavokspinnin. Ein, sum minnir nakað væl um putursukurpinnarnar, vit kenna frá “Irish Coffee”. So passaliga av voksi á, at tað klebrar allan vegin runt inni í nasaglugganum, tá man stappar hann inn, og so at kroysta nasagluggan saman og bíða, til tað storknar. Og so kemur tað ringasta, eitt-tvey-trý, skræð so pinnin út í einum, og so hevur tú hárfríar nasagluggar og ein “Irish Coffee” pinn, ið líkist einum igulkeri. Ja, tit kunnu skjótt rokna út, at hetta er ein vísind fyri seg.

Tað er eitt sindur løgið, at summi støð á kroppinum ikki skulu hava hár, meðan onnur skulu verða avtaglað í hárvøkstri. Tak nú hármótan hjá monnum í dag. Eg havi eitt systkinabarn, ið fleiri ár hevur gingið sum “holumaður”. Hann torir at vera tann hann er, og tað at líkjast øðrum er ikki eitt succeskriterie í hansara verð. So at hann skuldi gerast slóðbrótari innan mótaheimin, eigur ikki at dáma honum. Men so løgið er tað nú einaferð við móta. Tað, sum er in í dag, er yt í morgin, og tað at taka hár burtur fer allarhelst at broytast, men so leingi tað varir, so skori eg kassan.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður