Ein hárhimmal í Havn

2016-07-24 11:23 Author image
Dimma

Fríggjadagin var eg hjá frisør. Eg plagi at klippa mær á Tekniska Skúla tá tað ber til, tað kostar ikki tað stóra og lærlingarnir eru dugnaligir og hava góðar saksar. Harumframt havi eg so ófantaliga tjúkt hár, at skuldi onkur klippivilla verið, so sæst tað ikki aftur. Men hesu ferð hevði eg bílagt mær tíð á eini salong í Havn, til liting. Í Havn eru øll so moderna so tað skuldi eg eisini verða.

Hvussu ber tað til, at allir frisørar eru smartir og síggja gott út? Tað tykist, sum tær allar eru tiknar úr onkrum mótablaði. Hóast klæðini í sær sjálvum ikki síggja super spennandi út tá tey bara hanga á einum akslatræi, so hendur okkurt gandakent, tá ein frisørur letur seg í. Ein slitin t-shirt og einar svartar buksur, líknandi einum pari eg sjálv eri í, síggja knappliga heilt øðrvísi út hjá henni sum nú kom inn. Hon hevur eina heilt stutta nalvablusu innanfyri, sum bara gevur ein glotta til eitt petti av húð innanfyri slitnu t-shirtina, ið hensynsløst er slongd uttaná og hálvgunn stungin niður í buksurnar aftan. Og so hevur hon lillafarvað hár, og kritahvítar tenn. Eg fái bráddliga hug at fáa mær lillafarvað hár og nalvablusu. Hvat mann ein tannbleiking kosta? Hevði hár í alskins litum, tá eg var tannáringur, men tað var í einum uppreistraranda, heldur enn einum highfashion looki.

Smílandi, flennandi, prátandi, sum vakrir einglar sveima tær runt á salongini og man fær tann tankan, at tað var nú óluksáligt, at man ikki fór at læra til frisør.

Nú skal hárið ballast inn í staniol, sum var tað, tað mest natúrliga í verðini. Eg hugsi um ostin, ið eg havi gloymt at pakka inn, har heima. Nú liggur hann uppturkaður á køksborðinum, meðan eg siti væl innpakkað í Havn.

Fleiri ferðir eri eg um at sovna av løttu einglafingrunum, sum ferðast runt ímillum lokkarnar, fyri at fáa litingina heilt inn í hárporurnar. Eg royni at binda eitt sindur, so eg ikki geri mær fyri skommum og fari at snorka hart, áðrenn eg veit av.

“Nú fara vit yvir til vaskið” sigur eingilin, og vísur mær vegin yvir í ein lekran svartan stól, og eg fái illgruna um, at hetta er ein av teimum góðu massagustólunum - og rætt er. Aldrin fyrr havi eg ligið so væl, vaskið passar júst til nakkan, ið hvílur passaliga á vaskikantinum.

Stólabeinini fara spakuliga upp í eina støðu ið ger, at eg hvíli perfekt í stólinum. So fer ein kúla ferðandi frá beinunum, upp til ryggin, fram við ryggjageislunum, millum herðabløðini og upp í nakkan. Eingilin masserar høvuðbotnin, nakkan, aftanfyri oyruni, og eg má ansa mær, at eg ikki fari at sleva, av berari vælveru. Tað kennist sum beinini bara togna, fyri hvørja ferð, kúlan í stólinum hevur ferðast allan teinin upp í nakkan og aftur. Eg vóni bara ikki at hetta heldur uppat!

Men, alt gott fær ein enda, og tá eingilin nevnir upphæddina fyri stríðið, vakni eg úr dreyminum og komið aftur til veruleikan...

  

  

placeholder

Meira langlesnaður