Klumman: 2. sortering

2016-08-14 14:31 Author image
Sigmund Vang

Meðan eg funderaði yvir, um eg mundi hava hoyrt rætt, segði hon: ”kanst tú ikki skriva eina klummu um, hvussu strævið tað er, tá fólk halda, at tey kunnu taka sær tað fríheit at spyrja, um man hevur nokk at geva tí lítla nýggja? Tað virkar akkurát sum hetta serliga er eitt føroyskt fyribrigdi. Ein dagin eg sat í bussinum, kom ein kona sum eg slett ikki kendi, og hugdi eftir lítla og so eftir boppunum á mær og spurdi so, um eg hevði nokk. Heldsje tað er langt úti? Tað virkar akra sum hetta er “tað man spyr um”, tá onkur hevur átt. Hví vilja øll vita tað?”

Ja, hví vilja øll vita tað? Tað fekk meg at hugsa um, tá eg hevði fingið mín fyrsta, og ein eldri kona, ið eg møtti í SMS, hugdi í vognin og segði við meg, at eg kundi ikki hava nokk at geva honum, tí eg var so kløn og boppurnar so lítlar. Eg kundi sjálvandi havt svarað, at tær størstu boppurnar oftast eru tómar, tí tær eru kunstigar, men lat tað fara. Hvat so tá man svarar, at man ikki hevur nokk, og má geva eftirgjørda mjólk? So fær man tað svarið, at tað ger onki, taveidenn, tí hon er í dag akra líka góð sum natúrliga bróstamjólkin. Um ikki betri. Hví so yvirhøvur “bring it up”? Hví spyrja vit um nakað, sum yvirhøvur ikki rakar okkum? Hví spyrja vit um ymiskt, sum bara kann góðtakast, um svarið er jaligt? Eru vit yvirhøvur klár til at fáa eitt svar sum “tað gongur av fananum til” ella “tað rakar faktiskt ikki teg”?

Eitt annað, man ofta spyr um, tá onkur hevur átt, er: “er barnið gott í sær?” og harvið meint, um tað svevur ígjøgnum og etur væl og ikki grætur ov nógv, tí “God forbid”, at tað er illsint, hevur kolik ella annað, sum ikki hóskar seg til hendan feilfría heim.

Eg minnist, tá tann mittasti var komin í heimin. Eg fái børn, sum eru rættiliga nett. Hann lá nakað væl undir í vekt, sum eitt lítið narsl lá hann í sterku ørmunum hjá pápa sínum, sum faktiskt er ein rættiliga væl bygdur og herðabreiður maður. Nú kemur onkur framvið og lítur at hesum lítla nýggja og sigur “er hatta alt”??? Hvør skal siga, “eg helt tíni macho-gen kundu gera tað betri enn hatta har”! Ergo eitt stórt og feitt barn er tummil upp, meðan eitt lítið og klænt er, ja, tað mótsatta.

Og so hendan vektkurvin. Sum eg hataði hasa vektkurvina. Tann yngsta tók ikki uppá, sum “man eigur”, so fokus var sett á at gøða hana sum frægast? Sum um tað at fylla hana oftari, enn hon orkaði, skuldi gera hana “betri”. Nú, fimm ár seinni, er onki broytt. Hon fylgir sínari egnu kurvu, liggur undir í vekt og yvir í hædd, men týdningarmiklast av øllum, hon hevur tað fínt!

 

placeholder

Meira langlesnaður