Klumma: Kvinnukvøld í Trongisvági – strike a pose

2016-05-13 14:13 Author image
Simona Midjord

Eg eri so heppin, at granni mín dregur meg við til líkt og ólíkt. Hesuferð bleiv eg so drigin við allan vegin til Suðuroynna. Í skrivandi løtu siti eg í einum goymslurúmi í Trongisvágs skúla og vil øgiliga illa pissa, men tá man skal á pallin hvørja løtu, so er slíkt luxus sum ein pissipausa ikki við í skránni. Ja, nú er tað so, at grannin dugur serstakliga væl at seyma droymandi vakrar prinsessukjólar, og eg siti her og líkist einum fittum marengstoppi í einum havi av tylli og bíði eftir, at mín túrur verður at trína á pallin. Alt hetta tyllið er gjørt eina og aleina fyri mína skuld, fyri at fjala stóra undirpartin, sum veruliga hevur tikið dik á seg seinnu árini. Men av tí, at eg sambært grannanum dugi so væl at føra meg fram, sleppi eg við ferð eftir ferð, mótashow eftir mótashow, hóast eg sum stødd 42 kanska ikki átti at havt nakað at gjørt á eini scenu ímillum hinar stødd 34-36.

Ella kanska átti eg nemliga tað? Ein vanligur gentudreymur er dreymurin at sleppa at spæla og láta sum um man er onkur annar eina løtu. Ofta sum prinsessa, tað veri seg disney ella mótaprinsessa. Tað, at kenna, at man eina løtu er í fokus sum ein annar enn tann man er aðrar gerandisdagar. Og soleiðis er eisini við fittu smágentunum, ið eru við mammum sínum, ið hjálpa til við at gera klárt til kvinnukvøldið. Tær stjala sær løtur, har tær balla seg inn í plastikkposar, ella turrikløð, ella annað, ið kann nýtast sum mótapløgg og so trína tær á pallin og gloyma seg burtur eina løtu og føra seg fram sum eru tær bookaðar til eitt podie í París ella Milano og so strike’a tær eina pose, sum seint verður gloymd aftur. Tí soleiðis er við smágentum. Tær eru ikki dálkaðar av meiningum frá øðrum um, hvat tær burdu og ikki burdu, hvat ber til og ikki ber til, allir møguleikar liggja opnir og onki er óført.

Tá eg líti runt í rúminum og síggi øll hesi framúr vøkru sprundini, minnist eg aftur á mína tíð sum sprund. Hetta eru nú 20 ár og +25 kg síðani. Tá helt eg minni um meg sjálva enn eg geri í dag. Tá var eg upp aftur meiri ónøgd við ójavnvágina millum undir- og yvirpart. At hugsa sær, at tá man er vakrast í lívinum, kennir man seg mest kiksaðan. Tá man er yngri skal ikki meiri enn ein blusa við longum ermum til, sum kann smoyggjast upp á høvdið, sum ein eftirger fyri prinsessuhár. Og sum eg alsamt gerist eldri, ár fyri ár, kilo fyri kilo, kenni eg, at eg hvíli meiri og meir í mær sjálvari. Eg meini so við, tað er ikki ein og hvør 38 ára gomul 80 kg+, sum trívist við at føra seg fram sum marengstopp á reyða løbaranum. Men tað geri eg. Kanska eri eg sum smágenturnar? Men lívið lær.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður