Klumman: At passa inn

2016-09-03 10:38 Author image
Sigmund Vang

Leygarmorgunin var eg í barnaføðingardegi. Prátið fall á, hvussu nógv uppaling hevur at týða fyri hvønn einstakan. Hvussu livið litast av eitt nú religión, hvat ein kann og ikki um ein livir eftir Bíbliuni, og um tað er strævið at liva so “rætt.” Onkur helt, at tað var tað man kendi seg tryggan við og hvíldi í. Onkur annar nevndi, at man mátti vera ein serlig typa, um man hóskaði til eina samkomu ella ikki. Man mátti vera “fittur”, akta og ikki verða ein typa, sum setti spunartekn við alt, men heldur góðtaka, at summi ting eru sum tey eru, tí Bíblian sigur tað.

Hetta fekk meg at hugsa aftur á farnar dagar, tá eg sum ung plagdi at vera á møti í meiningheitshúsinum. Eftir møti gingu vit ofta túr niðri í býnum, og typiskt var tað so, at tá hevði eisini verið møti í Ebenezer.

Sum eg ynskti mær at vera ein “baptistagenta”. Tær virkaðu so coolar og vóru allar líka vakrar. Tær virkaðu so glaðar. Og so tóktist tað sum um tær ongantíð kundu funnið uppá at gjørt nakað óhóskandi. Og til møtini tordu tær at reisa seg upp og vitna, ella syngja lovsong til Harran uttan nakað. Bara við at vera sum tær vóru.

Tað tóktist í mínari verð sum nakað serligt at vera baptist. Ja, ella hetta ordiliga inkarneraða indremissiónska fólkaslagið, sum líktist. Men líka mikið hvussu eg royndi, so føldi eg meg altíð kiksaða ímillum tey. Ikki tí tey gjørdu nakað, men eg føldi meg bara so. Og so hevði eg altíð hesa undranina til alt, í staðin fyri at góðtaka tingini sum tey eru. So mátti eg líka bróta reglarnar, vissi eg ikki skilti, hví teir skuldu vera sum teir vóru. Tað boblaði altíð so løgið inni undir lokinum, minnist eg, og ger tað enn, um tað er eitthvørt, sum eg undrist á, og áðrenn eg veit av, so kókar yvir, og eg má fáa svar uppá okkurt, eg ikki skilji ella ikki eri samd í. Ella bara tí eg MÁ gera mótsatt av tí, sum hini vilja hava meg til at gera, ikki altíð av nakrari ávísari orsøk, men tí “boblurnar” innan siga tað. Gera okkurt, sum ikki hóskar seg í støðuni.

Kanska er tað tí, at eg ikki dámi, at nakar bestemmar yvir mær. Eg má altíð hava síðsta orðið. Likamikið um eg havi rætt ella ikki.

Tá vit vóru á ungdómslegu, var eg altíð við uppá at gera okkurt skeivt, sum til dømis at sníkja meg út at roykja, tá hini ungu fóru á møti. Hví? Tí tað skuldi bara ikki vera eftir galdandi reglum. Haldi eg líkist babba har. Ongin skal siga mær nær eg skal hetta og hatta, vissi tað ikki passar mær, so geri eg tað ikki.

Nú eri eg so komin til sættis við, at tað ikki altíð er av tí ringa at seta spurnartekn. Tað er heldur ikki altíð tað rætta kanska, men summi eru, ið passa betur í “treiskar kassar” enn í “rættar kassar.”

 

placeholder

Meira langlesnaður