Slappa av

2017-02-04 14:07 Author image
Dimma

Eitt kvøldið, eg hevði sett meg við stokkunum og hugt eftir “truplir kroppar” í kringvarpinum, kom ein sending, sum eg ivaðist í, mundi vera endað á rættari kanal.
Hon æt: slappa av.
Løgið tíðspunkt, hugsaði eg, at fara at læra fólk mindfulness, beint áðrenn midnátt, men so fekk pípan eitt annað ljóð, og eg fór veruliga at hugsa, um tey nú vóru farin at senda “sovorðnar” sendingar í kringvarpinum. Sendingar við Noru sum verti.
Tað vísti seg nemliga skjótt, at Nora dugdi meir enn at mata sær. Tankar mínir leitaðu aftur til “súrligar nætur í Keypmannahavn”, tá man lá og zappaði kanalir og dvaldi nakað leingi á Kanal Kbh.
Havi frætt, at hon ikki er til longur, men tá bar til at stytta sær stundir við at hyggja eftir naknum kvinnum, sum gjørdu meiri enn bara at greiða sær, “if you know what i mean”.
Men tað løgna við Noru var, at hon sá akra út sum hon ætlaði sær alt møguligt. Hon hevði hetta eygnabráið, sum eg fái, tá eg havi drukkið tvey gløs av reyðum og hyggi eftir manninum eitt fríggjakvøld. Og eg byrjaði eitt sindur at krimpa tær, tí eg hugsaði, at her var okkurt spinnandi galið, og eg bíðaði bara eftir, at onkur millumsending skuldi koma at avloysa hana, Noru.
Men so var ikki.
Hon bleiv við at síggja so merkiliga blíð út, og setti seg at greiða hár. Og so teskaði hon til mín, og greiddi so skíggjanum við bustini, sum fyri at fáa meg at føla, at hon greiddi mær. Píka tað var merkiligt also.
Og sum um tað ikki var nokk, so tók hon eitt plastikpetti fram, sum hon setti seg at klípa í og segði, at henni dámdi so væl ljóðið. Ljóðið av at klípa í plastik! Eg hevði skilt tað, vissi tað var hitt bobbluplastikkið, sum man brestir (tað er faktiskt rættiliga nøktandi). Men bíða nú, so kom prikkurin yvir i-ið. Henni dámdi eisini so væl ljóðið, tá man trýstir á knøttin á einum dunki við barberskúmi, og tá skúmið sproytar úr. Nú kundu assosiatiónirnar ikki blivið nógv greiðari (I have a dirty mind). Og so aftur hetta teskaríið, meðan hon spurdi meg, “føler du dig nu afslappet?” Eg hevði bestan hug at svara henni, at eg føldi meg heilt forvirraða, og næstan var farin heilt upp at ringja, men hon fasthelt mær í hesi erotisku forvirringini av ikki at vita, um tað var meiningin, at eg skuldi føla meg avslappaða ella uppøsta.
Taveidenn, eg veit ikki ordiliga, hvat eg føldi, ella hvar. Og so setti hon seg at smyrja hetta barberskúmið út yvir plastikkið, meðan hon teskaði sítt Noru-tesk.
Eg fekk hug at blunda og seta meg at syngja:

“When the moon is in the seventh house, and Jupiter aligns with Mars, then peace will guide the planets and love will steer the stars...”

Sýrutt! Soo sýrutt!

To be continued...

  

  

Meira langlesnaður