Klumman: Á date við manninum, 2. partur

Klumman: Á date við manninum, 2. partur

2017-09-15 16:00 Author image
Simona Midjord

“Tú heldur teg vera ein bodybuildara, men tað er tú ikki”, rungaði eftir í heysinum. Tað ert tú ikki. Ikki bodybuildari, men ein “ær sum hevur gingið í einum góðum haga”, kundi hann líka so væl havt sagt. 
Hvussu ber hetta til? At eg kann síggja meg sum eitt lekkurt av allar lekrastu lekrum, meðan hann sær okkurt heilt annað?
Hinvegin, hvat hevði tað ikki kravt av honum at siga hetta við meg, uttan at pakka nakað inn?
Jú víst hevði eg fingið onkrar viðmerkingar í ný og næ, men tá hevði eg ikki tikið tað fyri fult, hevði hugsað tað meiri sum grenj frá hansara síðu. Men nú, hevði hann satt at siga, næstan drukkið sær mót fyri at taka blaðið frá munninum. 
Heimkomin í íbúðina læt eg meg úr og stillaði meg framman fyri speglinum. “Nope”, enn stóð hann og smíltist til mín, bodybuildarin í speglinum. Løgið. Dagin eftir hugdi eg aftur fyri at vita um nøkur broyting var, sum eg dugdi at fáa eyga á. Nix, enn tann lekra smekra, kurvuta, og nú myrkabrúna lekra, sum dagarnir frammanundan. 
Var hann blindur? Hví sá hann ikki tað sama sum eg? Ella, hví sá eg ikki tað sama sum hann?
Eg settist at hugsa. Eg hugsi altíð, at tað ikki er neyðugt at siga við nakran, at tey viga for nógv, tí hetta vita tey sjálvi. Eg veit eisini, at tølini á vektini eru ov høg, í mun til hvat ein kvinna við míni hædd eigur at viga. Eg veit, at eg á vektini, vigi 10-15 kg ov nógv. Men eg síggi tað ikki. Also, eg síggi tað ikki, tá eg síggi meg sjálva nakna. Men, eg síggi tað á støddini á klæðunum, sum eg má keypa størri og størri. “Horror of all horrors”, síggja onnur tað sama sum hann?? Meðan eg gangi og sveimi runt sum ein onnur primadonna, og haldi meg verða “all that”? So hugsa hini, “handan hevur misskilt okkurt”? Ikki tí at man skal ganga uppí, hvat onnur hugsa, men spell, um myndin, eg havi av mær sjálvari, slett ikki er veruleikin. Og tað er okkurt, sum kundi givið ábendingar um hetta. Tølini á vektini, støddin á klæðunum, inntøka av føðslu í mun til nýtta orku samsvara við tað, sum maðurin so beinasamur greiddi mær frá á date’ini. 
Og so havi eg fingið viðmerkingar sum: “bleivst tú ikki súr”? “Oh mei lord, hvat billar hann sær inn”? Men hvat skal eg blíva súr um? At hann torir at siga sína hugsan? 
Eg veit ikki, men eg havi tikið hetta til mín. Eg teknaði meg til Burn aftur nú, og byrjaði mánadagin. Eg hugsi meg eina og tvær ferðir um, áðrenn eg stappi í munnin, drekki nokk av vatni, og royni at fara tíðliga í song, so eg um ikki annað geri nakað gott fyri meg sjálva. 
Og hóast onnur kanska hava trupult við at fáa eyga á hann, inni undir polstringini, so heilsar hann mær í speglinum hvønn morgun. Bodybuildarin. Og eg elski hann!

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður