Klumman: At flætta jólastjørnur

Klumman: At flætta jólastjørnur

2017-12-15 15:05 Author image
Simona Midjord

So var hon her, árliga jólaavbjóðingin.

Tá man skal hygga sær saman sum familja, er onki meiri natúrligt enn at seta seg at flætta jólastjørnur. Syrg fyri at hava sterkt gløgg afturvið til tey, sum hava stutt fjús…

Á hvørjum ári geri eg eina roynd og eri sannførd um, at hesa ferð fer tað at eydnast, men júst sum undanfarin ár standi eg við einum ellibita av strimlum, sum einamest líkjast einum eiturkoppi í havsneyð. Tað er til at blíva klikkað av!

Børnini vita tað væl, so tey bíða við at biðja meg seta meg, til tey vita, at pápin eisini er í nærheitini. “Eg haldi, at vit mugu hava babba at hjálpa okkum, mamma. Hann dugur eitt lítið sindur betur enn tú. Men øll duga ikki alt mamma, og tú ert fitt”, letur í tí yngstu.

“Í ár elskaða, í ár fer mamma at duga, bíða bara.”

Hvør “åndsbolli” hevur gjørt hesa vegleiðingina?

Klip fire strimler. Fold dem dobbelt og saml dem som vist. (So far so good).

Den øverste halvdel af hver strimmel foldes fremover. Eg líti at tekningini. Sum eg dugi at síggja, so sær fremover út sum bagover. 

For at låse alle fire strimler, stikkes den første strimmel under den første. Ja ok? Har verður onki læst. Har er onki at stinga innundir. Tey duga gott nokk ikki serliga væl at gera vegleiðingar, hasi fólkini…

Maðurin er liðugur við sína fyrstu.

“Mamma, tú kanst eisini bara binda, ella okkurt, so hjálpir babba okkum bara”, sigur tann yngsta.

Hmm, ikki gott fyri mín stoltleika hetta her. Eg skal! Eg skal klára hetta í ár!

– Tú, also, hví fái eg ikki læst hendan strimmilin? Her er onki at stinga innundir, sum tekningin vísir.

“Tú hevur heldur ikki gjørt eftir tekningini.” 

Tey kundu bara havt gjørt vegleiðingina, so fólk skilja hana...

Der er nu blevet en lang og en kort strimmel, i hver retning. Den korte til højre bøjes bagover i en vinkel. 

Aftur hatta bagover.

Bíða nú, nú fangi eg okkurt her. Og tjuhey, so havi eg gjørt fýra hjørn, vendi stjørnuni og geri hini fýra. Píka, eg havi knekkað koduna!

But then again, nú skulu “topparnir” gerast. 

Den strimmel som vender nedad foldes bagover drejes rundt og stikkes igennem som vist.

Nú gekk tað akkurát so gott. Eg dugi ikki at síggja á myndini, hvat tað er fyri ein endi sum skal stingast hvar, har eru so nógvir, og eyguni duga ikki at sortera ímillum alt óruddið. Tað er ófatiligt, sum hetta er ólogiskt fyri meg! Eg finni útav at hekla, at binda, at baka og ymiskt annað, men hetta! (Men gløggið smakkar væl og svirrar).

Eg leggi hana til síðis, mína hesa ársroynd, og reisist.

“Man kann gott eisini gera hana sum tú hevur gjørt, mamma, man sær gott, at hatta næstan er ein stjørna.” 

Og soleiðis er tað, at ein “næstan stjørna” verður útgjørd við tráði og verður hongd upp ímillum hinar, sum ein staðfesting av, at enn eitt ár er gingið, og at jólini koma aftur í ár, um eg dugi at flætta stjørnur ella ei.

placeholder

Meira langlesnaður