Klumman: At halda jól

Klumman: At halda jól

2017-12-22 15:28 Author image
Simona Midjord

Um fáar dagar er jólaaftan. So sita vit aftur við búgvið borð saman við familjuni. Tá eg var smágenta, kundi eg ikki hugsað mær at hildið jól saman við øðrum enn familjuni, ið tá taldist fimm. Babba, mamma, beiggi mín, systir mín og eg. Viðhvørt komu aðrir familjulimir við, men altíð hildu vit jólini heima. 

So broytist alt. Ikki harvið meint, at tað verður verri, bara øðrvísi. Man fær sína egnu familju og síni egnu børn og ja, lívið hendir, tað er tað. Fólk fella frá og onnur koma til, soleiðis sum tað eigur. Men nær bleiv tað so besverligt, hetta við at skula velja? At velja uttan at fáa ringa samvitsku? Eg veit ikki, um øll hava tað soleiðis, ella um tað bara eri eg. Slapp eg sjálv at velja, so helt eg jólini heima í Kollafirði, men børnini vilja sleppa til abban. Og hjá abbanum er gott pláss, tí har hava øll so stór hjørtu, at hurðin stendur opin fyri øllum. Har er altíð pláss fyri einum aftrat, akra sum tað stendur í bíbliuni. Eg veit ikki hvat hendi við mær og mínum hjarta. Eg haldi tað er eitt sindur trekt og kanska ikki líka so stórt sum hjá hinum í familjuni. Íhvørfall kann eg gott finna uppá at stongja hurðina, áðrenn nakar óviðkomandi kemur á gátt. Mær dámar best at vera saman við teimum sum eg kenni, helst bara teimum. Eg havi slett ikki hatta genið har, sum sigur, at vit skulu verða góð og blíð við øll. Jesuspápi segði tað sjálvur, at man skal altíð dekka upp til ein aftrat, í fall at man fær ein óvæntaðan gest. Ella kanska hoyrdi eg tað bara í eini sunnudagsskúlasøgu einaferð. Eg minnist ikki, men eg veit bara, at eg havi ongantíð hoyrt til handan bólkin av fittum fólkum. Ikki reiðiliga. 

Ein einlig mamma var so fitt herfyri at bjóða teimum, sum ikki høvdu nakran at halda jól saman við, heim til sín. Akra sum í sunnudagsskúlasøgunum. Eg helt tær verða so fittar, hasar søgurnar. Men tá tað kemur til veruleikan, hevði eg ikki komið uppá knøini á hasi fittu mammuni.

Hava tit lagt merki til, hvussu tað gongur niður eftir bakka við pakkum, sum vit gerast eldri?

Ein eg kenni nevndi, at áðrenn hon fylti 14, tá fekk hon eini 45 pakkar. Eftir tað kundu teir teljast á einari hond.

“Áhja, tey jólini minnist eg”, svaraði ein onnur, “tey jólini tá tað var liðugt við at fáa pakkar. Tað skuldi man líka koma yvir.”

Eg minnist eisini, hvussu eg royndi at vera góð og skikka mær pent upp undir jól, tá eg var lítil. Eg hugsaði nógv um at skikka mær væl, soleiðis at jólamaðurin skuldi koma við pakka, “jólamenn vit geva bert um tit eru góð”, minnast tit. 

Eg haldi, at hann hevur roknað tað út nú, at eg ikki skikki mær sum eg burdi, íhvørfall eftir pakkunum at døma.
Men allíkavæl, hóast eg ikki eri fitt og skikkilig, so fari eg at ynskja tykkum øllum harúti, eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár :)

placeholder

Meira langlesnaður