Klumman: Boppuloppir, cider og Tórsfest

Klumman: Boppuloppir, cider og Tórsfest

2017-08-05 14:20 Author image
Simona Midjord

Komandi fýra vikurnar fari eg at skriva klummu við støði í summarferiuni og tí, sum eg upplivi hesa tíðina.

Nú er feria! Tað er heilt fantastiskt! Næstu fýra vikurnar fari eg bara at gera sóritt sum eg tími, og viss eg ikki tími, so drekki eg bara cider afturvið, tí eg skal slett ikki tíðliga upp allíkavæl.

Dagin í dag havi eg notið saman við børnunum í góðveðrinum í bakandi sól á Leynasandi. Nýggja bikini’ið skuldi luftast, og tá var tað, at eg legði til merkis hesar smáðu reyðu knopparnar ímillum boppurnar. Tað hevði eisini skriðað, eg hevði bara ikki givið mær stórvegis far um hetta. Men tað gjørdi eg nú, tá eg skuldi vísa tær fram. Kanska var sólin so mikið sterk, at ongin sá tað. Hasar lorta staraloppurnar. Tær hava ordiliga tikið fyri sær av rættunum. Hava sikkurt ligið væl kroystar ímillum, tá eg havi sovið, sikkurt ein kallkynsloppa ella tvær. Ja, hjá loppum eru tær óivað kempistórar. Loppir = summar.

Hugleiðingarnar leiða meg aftur á eitt farið vikuskiftið, afturvið steikiljóðinum av “frankfurtarunum", ið lupu av frá grillingini herfyri. Tá var Tórsfest. Eg og maðurin vóru ein túr, akra sum fyrr, tá vit gingu til “grøn koncert”. Men hetta mundi endað “ongul í reyv", tí barnagentan, sonurin, sum fyllir 15 ár komandi mánað, hevði knappliga fingið eina billett. Og hann gleddi seg!

Hvat er so at gera? So er at seta billettirnar til sølu á facebook, og vóna at onkur familjulimur sær tað, forbarmar seg og bjóðar seg fram til at verða barnagenta. Og tað var júst tað ið hendi ;o)

So at drekka øl frá klokkan 17 ein leygardag, tá er lívið gott. Hond í hond við gemalus í býin, akra sum fyrr. 
Pínadoy sum her var nógv gamalt fólk? Har stóð ein abbi og rockaði til kendar tónar, gráur um vangan og í brillum. Var hatta...? Taveidenn tað var! Karl Martin Samuelsen! Hin lekri frá “Hjarnar". Hvat var hent? Jú jú, vissiliga var hann sjeikaligur enn, men also, ein sjeikaligur abbi! Løtu seinni stóð hann og rockaði saman við sangaranum í “Survivor”, og hann gjørdi tað so nógv betur enn Mr. Biggler.

Allastaðni sá eg kent fólk, sum alt sá nógv eldri út enn eg.

Uttan hasi ungu, sum stóðu fremst við scenuna. Ein ungur maður, ikki meiri enn 14-15, og ein genta, sum royndi at klatra uppá ryggin á honum. Hann gjørdi sítt “ydersta” fyri at látast sum um, at hetta slett ikki var tungt, og gentan rockaði víðari til tónleikin, meðan knøini á honum byrjaðu at rista. Endiliga vildi hon sleppa niður aftur. So kundi hann bara halda um hana ístaðin. Men so kom ein annar forbí og fríggjaði við henni, og hon lat standa til. Hesin fyrri stóð sum kánus. Hon fríggjaði, meðan hon vinkaði til tann fyrra sum fyri at biðja um hjálp. Hvør skal siga “eg veit simpilthen ikki hvussu eg skal sleppa úr hesi støðuni, so eg má fríggja til tú hjálpir mær úr neyðini”.

Fleiri hugleiðingar í komandi viku:)

  

placeholder

Meira langlesnaður