Klumman: “Ein gamal nekari sum Jósup nevndur var...”

Klumman: “Ein gamal nekari sum Jósup nevndur var...”

2017-10-13 15:51 Author image
Simona Midjord

(Eg valdi hasa yvirskriftina, tí eg vænti, at hon fangar. Allarhelst fleiri eygu, ið steðga á og hugsa, hvat hevur hon nú rótað seg út í, handan Simona. Eg rokni ikki við, at tað er neyðugt at skera tað út í papp?)

Handan sangin hjá Mirjam og gentunum sang eg hart og týðiliga sum smágenta. Sangurin fortelur, at hóast Jósup hevði svarta húð, so var hjarta hansara hvítt sum snjó, ja also reint. Gullreint, ella hvussu man sigur. Myndatala, tit skilja.

Men í dag kann man ikki bara siga N-orðið uttan nakað, tí tað er eitt niðurgerandi orð, fyri dagsins Jósuppar. Og hetta minna børnini meg á til dagligt. Men, eg føli ofta, at eg má hugsa meg so væl um, áðrenn eg sigi nakað, sum kann geva ábendingar um, at eg hinti til eitt litt fólk, uttan at meina tað illa, at eg føli meg illa, áðrenn eg sigi nakað.

“Mamma! tú mundi sagt N-orðið! Ert tú rasist?”

– Ha? Nei, also, hvat?

“Tú mundi næstan hugsað um tað!”

Í dag var eg og vitjaði familjuna í Funningsfirði. Systkinabarnið er gift við einum manni úr Miðamerika. Hetta sæst sjálvandi aftur á húðini hjá børnum teirra.

Eg spurdi yngstu dóttrina, sum er nakað til aldurs við ta elstu hjá systkinabarninum, um hon kom við at vitja trímenningarnir, nú hesir vóru í Føroyum í nakrar dagar. Hon spurdi:

“Also mamma, eru tað hini sum... eru eitt sindur... (og so teskandi)... brún, ella so?” Og so eitt andlitsbrá, sum vísti, at hon ivaðist í, um hon hevði sagt okkurt skeivt. Miðlingurin hugdi eftir mær, sum á varðhaldi, og smíltist ótryggur. So kom lítla í tankar um nøvnini á gentunum og ein lætti kom yvir andlit hennara sum um, at hon endiliga slapp undan at býta alt upp í litir, og ivasom banniorð, sum “fucka”alt upp.

Og so hendan bendingin av N-orðinum, sum heldur ikki er til at halda skil á.

Man má ikki siga “nek” mamma, so blíva svørt fólk kedd. “Er tað ljótt at siga svørt fólk mamma? Tí tey eru ikki krunkasvørt, men hvussu sigur man so? Kann man ikki bara siga fólk?"

Sjálv hugsi eg ofta, vissi eg sipi til onkran, sum er littur, og eg skal forklára um viðkomandi fyri onkrum øðrum, so føli eg meg illa, vissi tað fyrsta eg geri er at nevna húðarlitin. Hví? Og tá eg so nevni húðarlitin, so royni eg at gera tað so av tilvild, soleiðis at ongin skal ganga og halda, at eg eri rasist og bara hugsi um húðarlit.

Eg siti seriøst og hugsi, um eg skal tora at trýsta á send, tí hvat fara fólk at halda um meg, tá tey lesa? Og um tey skuldu hildið okkurt, hvat skuldi tað so verið og hví? Eg havi skrivað eina klummu um tað at kenna seg kroystan ímillum at tora at siga nakað uttan at meina tað sum nakað ringt, men eri samstundis bangin fyri, at fólk fara at taka tað illa upp, tí eg taki tað upp.

  

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður