Klumman: Einsamøll

Klumman: Einsamøll

2017-07-15 13:15 Author image
Simona Midjord

Har er myrkt og kalt og ongin inni. Bara hon, einsamøll á útoyggj, gloymd millum hitt, ið ikki hevur týdning og saktans kann liggja til næstu ferð. Um nú bert eitt teppi er slongt útyvir hana, um ikki annað so av óvart. Henni dámar best at verða ballað, serliga um ongin er í húsunum. Tá gerst so ráligt. Um ikki annað er tað summar, so næturnar gerast ikki myrkar. Áááhh um hon bara var her, heima sum hon eigur!

Tað er lítla Bruna, talan er um. Hon er yndisbamsan hjá yngstu dóttrini. Hon er gloymd eftir úti í Svínoy, og er orsøk til mangar beiskar og tungar tankar, tá tað nærkast songartíð. 

Tað, at vit í kvøld lósu kvøldarsøgu um “børnini í Brakarastræti”, ger tað ikki frægari. Parturin í kvøld snúði seg um, at familjan fór útferð, og um bamsuna hjá teirri yngstu, ið bleiv vekk.

Men lukkutíð funnu tey hana aftur, áðrenn tey fóru heim. Ikki sum við mjúka kollfirðinginum, ið liggur og bíðar og vónar og sum eftir øllum at døma er farin at úttala a’ini heldur løgið, nú hann hevur ligið so leingi har norðuri.
Lítlasystir mín hevði eina, ið hon kallaði Bamselina. Hon var hennara eitt og alt, og var altíð ein góð troyst, tá man hevði tørv á onkrum at klemma og práta við. Ein dagin bleiv hon vekk í Keypmannahavn, allarhelst á onkrari tokstøð. Tað var ramaskríggj. Foreldur og mostrar út at leita, men hon kom ongantíð afturíaftur, til mikla og svára sorg hjá lítlusiste, ið hevði mist sín besta vin. Vit vóru øll kedd. Eg veit ikki, um tað bert var hennara vegna, ella um vit ikki høvdu ein lítlan fjálga í hjartakúluni, tá vit sóu hetta fitta bamsusnýðið. Og serliga hvussu stóra gleði hon gav lítlusiste. Løgið, hvussu eitt útstappað klædnastykki kann koma at hava so stóran týdning.

Tá babba ballaði meg um kvøldarnar og eg hevði lagt allar 25 bamsurnar á gólv, fyri at hava pláss at sova, gekk ikki long tíð, fyrrenn ein fyri og onnur eftir komu krúpandi upp aftur í songina, og fingu størsta partin av dýnuni eisini, babba fyri at takka. Tær gjørdust livandi, tá hann var har. Eitt syrgið eygnabrá, meðan hann leit eftir hesum lítlu syntetisku ullapettunum, ið lógu slongd hist og her, var meir enn nokk. 

Enn tann dag í dag, tá eg reiði songina upp hjá dóttrini og seti bamsurnar pent, tosi eg fitt við tær og kíni teimum. Sum um hetta var tað mest natúrliga í verðini. 

Ein steinur, ið sonurin hevur límað eygu á og málað, sum stendur til pynt í vindeyganum, fær somu viðferð. Hann verður spakuliga lyftur uppfrá, tá eg turki inniundir, og so fortelji eg honum, at eg nokk skal gera skjótt av og seta hann aftur. 

Tað er so vælsignað at hava allar hesa livandi fantasiverurnar heima. Man er ongantíð einsamallur. Og tá Bruna kemur aftur, verður hon ballað og klemmað nakrar ferðir eyka, tað er so púra sikkurt og vist :)

placeholder

Meira langlesnaður