Klumman: Ferðaklár

Klumman: Ferðaklár

2017-08-20 12:54 Author image
Simona Midjord

Í morgin fara vit av landinum. Við kós móti Torremolinos. 

Var forbí og vitjaði grannan í gjár.  Hon hevur eisini verið har, og visti at siga hvørjar vatnrusjibanar man skuldi halda sær frá. Tí onkur hon hevði roynt, harramíngud segði hon, har var so nógv fer og so nógv vatn, at tá hon kom á málstrikuna, var so nógv vatn enda har tað annars bara eigur at verða “exit". So hon gekk og prumpaði vatn restina av degnum. Ok, tað er ikki kul. Og, legði hon aftrat, man fær ikki altíð stýrt tí ið fylgir við. ÚW!

Og so er tað selfievinkilin tá man liggur í bikini og skal senda snapchat. Hann má eg læra, tá eg skal senda “greetings from Spain”. Tí tá man liggur í bikini skal man nemliga duga betri enn væl, fyri at fanga røttu kurvarnar og útiloka tær skeivu. Sjálvandi kann man eisini bara lata verða við at senda myndir, halló, men vissi man nú fangar ta heilt røttu, so halda øll sum síggja hana, at eg eri áh so perfekt. Og tað er ikki so býtt, tá fakta er heilt tað øvugta, serliga nú summarsesongin við góðum mati, nógvum øli og øðrum kaloriuríkum er farið niðurum. 

So havi eg eisini gjørt tað snilda, at eg havi lakerað neglirnar á hondum og fótum reyðar, soleiðis at tað fyrsta sum fangar eygað ikki er eitt buglutt lær. Men, so tá eg vitjaði grannan, var ein ungur maður og vitjaði samstundis (grannin hevur tendens til at hava lítlar hjálparar akra sum jólamaðurin, sum hon setur í sving so ella so.) Og hesin ungi maðurin er ein av hennara “nissum”. Hendan fitta (og pena) nissan segði, at hann elskaði lærbuglir. Tað var akra tað sum var poengið við einum læri, segði hann. Tavadenn! Eg bleiv so smikrað, fekk hug til at tveita buksurnar og lufta lørini beint á staðnum. Vorðið sum nissa :)

Men, tað skaðar ikki at royna at glatta tær eitt sindur út áðrenn fráferð. So lør og rumpa fingu ein umgang av cellulitisviðger í vikuni, og fáa eina afturat í kvøld. Tey skulu ikki halda, at bara tí ein nissa rósar teimum, so sleppa tey undan at verða pakkað inn í plast. 

Eg havi havt forbistrað ilt í vinstra fóti nú eina tíð. Tá man hevur breiðar føtur og pressar seg í smalar og høgar hælir, kann tað enda so. So nú havi eg ognað mær ein vírik. So eg havi ligið sum ein annar sjúklingur í songini við einum fótskinna seinastu dagarnar, fyri at rætta eitt sindur upp uppá “hr. Vírik”. Gott at eg skal ganga í breiðum sandalum komandi dagarnar.

Elsti sonurin heldur at eg eri strævin. Hann hevur sagt farvæl við vinirnar fleiri ferðir longu. Hetta, tí mamman hevur tikið feil av bæði dato og tíðspunkti at flogfarið fer. Eg helt vit skuldu avstað í gjár. So fann eg útav at tað ikki er fyrrenn í morgin. So helt eg, at vit skuldu við flogfarinum kl 15. Men so skulu vit kl 13.

Hoyrast:)

Meira langlesnaður