Klumman: Fjøri mítt, fjøri mítt...

Klumman: Fjøri mítt, fjøri mítt...

2017-10-20 15:30 Author image
Simona Midjord

Seinasta mánað var premiera við nýggjastu innspæling av filminum IT, skrivað av Stephen King, við einum aldursmarki á 15 ár. Til tey, ið ikki kenna IT, snýr hesin seg um dreparaklovnin “Pennywise” og er ein gysari. Nógv børn ið eru vaksin í dag, hava enn kuldagýsningar av gomlu versiónini frá 1990. Hetta fekk meg at hugsa um aldursmarkið á ævintýrum. Eg haldi ikki, at tað er nakað, ha?

Í morgun var ævintýrið “Risans Klóta” lisið upp í barnaútvarpinum. Tað snúði seg um ein risa, sum gjørdi eitt gerðabýti við ein mann, og fekk døtur hansara í býti. Men hesar báðar fyrru gjørdu ikki eftir vild, so risin breyt ryggin á teimum og tveitti tær aftanfyri eina hurð. Simpulthen, knekkaði tær tvørturav. Triðja og yngsta dóttirin var klók og var lýst sum ein smágenta og ikki sum vaksin kvinna. Risin gjørdist púra vekk í henni og vildi hava hana til konu. Hon hevði so fitt og lítið høvd og hann vildi so fegin mussa hana. Segði nakar pedo...? Sjálvandi endaði alt gott, sum tað nú ger í ævintýrum og risin fekk kókandi evju stoytta útyvir seg og kolaðist upp, sum tað nú sømir seg einum óndum risa. Barnavinarligt sum fátt.

Onnur makabur ævintýr eru søgan um Øskufíu, har ein hælur og ein tá verða høgd av fyri at kunna passa í ein skógv. Tað besta av øllum er, at tað ikki verður bundið um skorna fótin, men hann verður kroystur niður í skógvin, so alt kroppstrýstið stendur á. Og so letur hon bara sum onki, tá prinsurin kemur, skógvurin átti av røttum at verið meira enn fullur í blóði og hon burdi havt ilt?

Ikki at gloyma fittu søguna um eina kannibalheks, sum lokkaði tvey forlátin systkin til sítt leskiliga hús, ið var gjørt úr alskyns góðgæti, fyri at gøða tey upp, so tað gjørdist ein betri biti. “Gásin væl gødd” og alt tað, tit minnast. Men tíbetur var Greta so snild, at meðan beiggin alsamt gjørdist feitari og feitari, og vatnið dreiv úr tonnunum á heksini, fekk hon skumpað hana inn í brenniovnin og langað hurðina aftur, so hon kolaðist upp, akra sum risin. Tadaaaa:) Onki við konflikthandfaring ella nakað sóritt.

Snjóhvíta hevur eina óreina stjúkmammu, sum sendir ein veiðimann út at skera hana upp, so hon kann kóka sær hjartað hjá henni til døgurða. Tíbetur er veiðimaðurin fittari enn so, so hann drepur eitt djór ístaðin og lumpar drotningina. Og hon guffar í seg í teirri trúgv, at tað er hjartað á fosturdóttrini, ið endar í tarmunum á henni. Søgan endar við, at drotningin, av tí hon er so órein, fær eitt par av gløðandi jarnskóm at dansa í til brúdleypið hjá fosturdóttrini, og teir verður hon tvungin til at dansa í, til hon smellur um og doyr. Ha! Stik den Pennywise! Og so sita vit og flenna og svølgja breyðflísina og drekkamunnin, meðan vit gleðast um, at drotningin fekk sum uppiborið, meðan vit skrúva barnaútvarpið harðari frá, og biðja børnini lurta væl eftir.

Boðskapurin? “Med ondt skal ondt fordrives.”

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður