Klumman: Fult er áðrenn yvir flýtur

2016-08-30 11:03 Author image
Dimma

Um vikuskiftið var eg til kvinnurenning. Eg og ein, ið eg arbeiði saman við, høvdu skundað okkum at melda til, fyri at verða partur av teimum hepnu, ið fingu ein gávuposa. Tað, at gávuposin innihelt onkra heldur ivasama gávu, í sambandi við ein dag við rørslu, lata vit fara. Gávurnar smakkaðu óført saman við kaffimunninum seinni á kvøldi.

Køin var í longra lagi, tá eg fór inn í ítróttarhandilin at avheinta startnummar og gávuposa. Glaðar, smílandi, prátandi kvinnur, ið hugdu hvørja aðra ann.

Meðan eg stóð har aftast í køini og hugsaði um, hvør mundi fara at renna og hvør mundi fara at ganga, andaði eg djúpt inn. Eg hevði júst fingið vikuskifti, tá andar man ofta djúpt og gleðist um frídagarnar, ið liggja fyri framman. Eg plagi ikki at geva mær stórt far um hetta púra natúrliga við at anda, men tað fari eg kanska at gera í framtíðini. Eg havi tað so, at summar buksur eru betri at vera í enn aðrar. Og typiskt eru tær bestu úr "stretch". Men onkuntíð er sjálvt "stretch" við undirlutan og soleiðis var hendan dagin í køini, tá trykkknappurin í stretchbuksunum mátti lúta fyri "nú er vikuskifti" innandingini. Pfluff, segði tað, og bellurin, glaður fyri at sleppa úr hesum tronga fongsli, flotnaði upp um buksukantin.

Og hvat ger man so? Jú, man spennir væl í búkmusklunum soleiðis, at ongin sær, at knappurin er sprongdur upp. Tí, við at spenna, so sær búkurin flatari út, soleiðis, at um onkur leggur til merkis, at knappurin ikki heldur buksunum aftur, so er tað ikki neyðturviliga tí, at buksurnar eru ov strammar, men kanska tað bara er ein knappur, sum ikki riggar sum hann skal.

Tað merkist í búkmusklunum, tá man stendur og skal lumpa seg til ein flatari búk, í einari kø við 10-15 kvinnum. Og sig so, tá tú kemur framat diskinum og leggur til merkis, at tú kennir tvær av teimum, ið standa innanfyri. So má man geva sær tíð til eitt lítið hugnaprát um, hvussu tað gongur og hvat man fer at brúka vikuskiftið til.  Alt meðan man kennir, at tað gerst truplari og truplari at spenna. Tað góða við hesum var, at tað kendist sum hevði eg fingið "sixpack", tá eg endiliga kom út í bilin. Hold da op denn andsperra. Eg merkti pínu í støðum á búkinum, ið eg ikki visti vóru har. Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.

Dagin eftir rann eg 5 km. Eg burdi ikki sagt tað hart, tí tað florerar júst ein grein á facebook um, at tey, ið hava tørv á at deila eitt nú, hvussu nógvar kilometrar tey hava runnið, ella annað, ið gevur ábendingar um, hvussu ófør tey eru, kunnu verða narcissistar. Men líka leggi eg í. Eg var stolt, tá eg kom á mál. So stolt, at eg keypti inn til ein betri døgurðabita og dessert sum eitt herðaklapp til narcissistin við familju. Og sjálvandi til bellin, sum hevur nógvar knappar framman fyri sær.

placeholder

Meira langlesnaður