Klumman: Guilty pleasures

2016-08-24 17:00 Author image
Dimma

Fetichisma verður í sprotanum lýst sum: sjúkligt lyndi hjá mannfólki at øsast kynsliga t.d. av konufólkaundirklæðum.

Haldi at vit skjótt kunnu blíva samd um, at henda lýsing ikki er so upplýsandi. Hinvegin stendur á wikipedia, at: Seksuel fetichisme er en seksuel tiltrækning til et objekt – en fetich.

Eg havi hugsað nógv um hetta her, at verða drigin at onkrum luti, ið at síggja til onki hevur við sex at gera. Tó so hendur nakað í heilanum, tá ein kemur í samband við hendan lutin, hvør/hvat enn hann so man vera.

Hetta leiðir meg víðari til, um eg man hava eina fetich, tá tað kemur til stykkis. Eg vil íhvørfall viðganga, at okkurt hendir við mær, tá eg nærkist pirrum, døkkormum, inngrógvnum hárum v.m.  Okkurt, ið vigar nógv meiri á vektskálini enn gott vit og skil. Kanska kemur tað meiri undir eina trongd, í tráð við ludomani. Ikki veit eg, men upptikin eri eg av hesum. Merkiliga upptikin.

Fólk, ið kenna meg, vita hetta um meg. Serliga børnini kunnu vera órein við meg, tá tey finna eina pirru og koma síðani og vifta hana upp í høvdið á mær, argandi og siga, at eg ikki sleppi at kroysta uttan tey fáa pengar afturfyri. Onkuntíð havi eg goldið, men tað ber ikki til í longdini. Trongdin kann í fleiri førum verða so ring, at eg planleggi, hvussu eg skal sleppa framat pirruni, tá barnið er sovnað. Og eg handli!

Tá eg siti og tosi við fólk, leggi eg beinanvegin til merkis, um onkur bugla sæst á húðini, og so fer fokus frá samrøðuni til bugluna. Ella døkkormar inni í oyrunum á fólki! Eg veit, at hóast eg veruliga vil, so kann eg ikki loypa á fólk, eg ikki kenni, fyri at nøkta mín tørv. Men tey nærmastu, og kenningar, kenna sviðan. Sum við øðrum lastum, so er tað sum at stoyta bensin á eitt logandi bál, tá man fóðrar meg. Eg hugsi við mær sjálvari, at: ”tú er ikki í ordan”, men eg klári ikki at lata verða. Okkurt hendur í nøgdsemissentrinum í heilanum, tá eg sleppi at síggja, ella sjálv kroysta. Systir mín plagar at síggja tað á mær og plagar at gera vart við, at ”nú hevur tú hatta svaka lookið í eygunum, men her sleppur tú ikki!” So geri eg mær tankar um hvussu eg kann ”koma til, av óvart”.

Men so fann eg útav, at eg ikki eri einsamøll. Sum við øðrum fetichistum, so eru fleiri við mær, ið hava sjúkligar trongdir. Hesum hevur ein húðlækni, ið nevnir seg ”Doctor pimple popper”, funnið út av, og hevur valt, at leggja út videoklip av tí arbeiðnum, hon ger. ”And boy is she getting rich”, av øllum teimum, ið ynskja at hyggja, meðan hon poppar!

Og hvat er tað ikki gott fyri slík sum meg, at hava tann møguleikan, at kunna nøkta sín tørv uttan at gera ósekum fortreð?

Sum ein Pringles reklama einaferð segði: ” Once you pop, you cant stop!”

placeholder

Meira langlesnaður