Klumman: Harra Eplapætur

Klumman: Harra Eplapætur

2017-11-24 15:27 Author image
Simona Midjord

Enn einaferð hevur kappingarondin víst sítt ljóta andlit, hesaferð á arbeiðsplássinum. Tað var soleiðis, at eg, saman við øðrum starvsfelagum skuldi møta til QI. QI stendur fyri Quality Improvement, ella dygdarmenning á góðum føroyskum.

Á hvørjum borði, stóð ein eplamaður. Ongin visti hví hann stóð har, men uttan iva hevði hann okkurt við hetta QI at gera. Og tað hevði hann eisini.

Ná, men aftur til dygdarmenning. Vit lærdu, at tað hevur týdning at eftirmeta tað arbeiði man ger. Fyri at vita um tað yvirhøvur er nóg gott, ella um man bara heldur, at tað er nóg gott, um man bara gongur út frá, at hini á arbeiðsplássinum gera tað sama og ganga uppí tað sama sum ein sjálvur, ella um hetta veruliga er so. Fyri at finna útav øllum hesum skal man gera eina rúgvu av PDSA’um. (PlanDoStudyAct), umframt at tosa saman og samstarva.

Hvørja ferð man fer í gongd við einahvørja uppgávu skal man leggja sær til rættis, hvussu man ætlar at gera (Plan), so ger man tað (Do), so metir man um og kannar hvussu tað hevur riggað (Study) og so ger man tað umaftur, við teimum ábøtum man hevur funnið útav at man má gera fyri at gera arbeiði upp aftur betri. Nakað soleiðis skilti eg tað. 

Eitt er at halda seg skilja, og eitt annað er at royna tað. Her kom so Harra Eplapætur inn í myndina. Harragud, at eitt sovorið óskyldugt plastikkepli skuldi fáa pulsin so upp, tað hevði eg forsvorið, men, sum sálarfrøðingurin ið var saman við okkum tók til, “tað er heilt øgiligt sum tú ert competitive”, tá hann sá hvussu eg royndi at samstarva, ella kanska tað mótsatta, saman við mínum toymi.

Ná, men sum í øllum samstarvi, so má man samstarva, annars er tað ikki samstarv, siga tey klóku. So vit deildu uppgávurnar ímillum okkum, ein skuldi byggja Eplapætur, ein onnur skuldi taka tíð og ein triðja skuldi skriva upp, hvussu riggaði, og hvat vit skuldu gera øðrvísi til næstu ferð. Eg sá við einum hálvum eyga, at eg skuldi havt tikið byggipostin. Hatta gekk aaaalt for seint fyri seg. “Kom nú, hetta skal gerast uppá tíð”, royndi eg at harka sum av óvart. “Er tað ikki lættari, vissi tú bara tekur alt tú skal brúka, og stoytir alt á borðið í senn?” Tað gekk gott nokk seint!

Hon sum skrivaði upp, royndi at viðmerkja, at “kanska skuldi Simona sleppa at byggja tann næsta, tað ljóðaði sum hon visti akkurát hvussu man burdi gjørt”. Hygg! Hon visti, at eg var betri. Eg fór í gongd áðrenn hin hevði ruddað saman, skramblaði alt út á borðið, kístaði hjálpandi hendur vekk av vegnum. Hurraði Eplapætur so skjótt saman sum eg kláraði og tadaaaa, liðugt! So ein eftirmeting (Study). Ja, tað gekk so nógv skjótari enn hjá hinari, men... oyruni hingu ov lágt, brillurnar vóru skeivar, yvirskeggið hekk fast í nøsini og ikki í vørrini og rumpulúkan var opin aftanfyri. Summa summarum: dygdin var ikki meiri enn næstbest og samstarvið var ikki eksisterandi…

placeholder

Meira langlesnaður