Klumman: Hvar er mamma!?

Klumman: Hvar er mamma!?

2017-09-22 15:47 Author image
Simona Midjord

Eg hevði ætlað mær at skrivað um nýggja myrkabláa frakkan eg ognaði mær seinasta leygardag, men sum eg má lata hanga í skápinum eina tíð, áðrenn eg tori at taka hann fram. Tit kvinnur vita nokk hvat eg meini við, men hetta má verða evnið næstu ferð. Tí nú kom eitt annað evni sum fylti, og troðkaði frakkan til viks.
Týskvøld er kvøldið, tá eg lati klummuna inn. Tá skal hon verða liðug, “fiks og færdig” og havi eg tá havt eina heila viku til at skriva hana í. Men mær líkt, havi eg gjørt tað til eina rutinu, at tað ikki verður fyrr enn týskvøld eg seti meg. Tað er bara so, pressið til deadline fungerar fyri meg. Men tá tað so er sagt, so plagi eg at leggja meg, tá eg komi heim frá arbeiði, ikki líka ofta sum fyrr, men týsdag má eg bara líka. Ein lítlan “powernap” at styrkja meg við, so eg kann sita eina løtu og skriva, tá børnini eru løgst.
Men eg haldi tey luktað tað, tá eg sníki meg inn í songina.
So skjótt eg havi lagt høvdið niðurat, byrjar okkurt at ressast í restini av húsinum. 
Hetta “okkurt” er húskið. 
Tramp í gongini, ongin medlidenheit, hurðin verður skrødd upp, “kann eg ikki fáa at eta?”
Elskaði, vit hava tosað um hatta har, tú fyllir 10 ár fyrsta dagin, breyð liggja skorin, tú dugir at fáa tær sjálvur. Eg skal bara liggja eina lítla løtu.
“Tú skal altíð hvíla teg...”
(Eg skal bara líka sløkkja heilan, fáa sett á reset, bara líka... so vælsignað, hvíla høvdið...)
Úthurðin klamsar. “HVAR ER MAMMA!?”
– HON HVÍLIR SEG Í KAMARINUM!
“ÁH!”
Tramp, tramp, tramp, hurðin verður skrødd upp. “ Hey, nær kemur tú upp. Nær eta vit døgurða?”
Pulsurin dukar uppi í hálsinum av hvøkkinum man fær, tá man akkurát er farin yvirum, splittsekundið áðrenn man sovnar. Kroppurin í kampberedskap. 
Tað er heilt ótrúligt. Eg skal bara liggja her eina løtu. Hví heldur tú hurðin er aftur? 
“Áh...”
(Hvussu ber tað til??)
Eg hyggi at klokkuni. Havi ligið í 10 minuttir, eri órógvað síðani eg legði meg. Eg skal eftir teirri yngstu um 20 minuttir. Hon er farin heim við eini vinkonu. Havi sett vekkaran. Kanska nái eg at sovna.
(Blunda, blunda lítla mín... eg má minnast til at... og ikki gloyma at... ikki hugsa, læt høvdið hvíla, so vælsignað, hvíla høvdið...)
Hurðin brestur upp. Argh, hvat sker?! Heili og kroppur í kampberedskab, pulsurin uppi á 200!
“Túwe, babba spyr, um tú ikki fer at kóka handan fiskin? So vit fáa okkurt at eta?"
Hvat er klokkan? 
Eg hyggi eftir klokkuni. 10 minuttir til eg skal upp. 
Tað eru bara 10 minuttir síðani tú var her, eg havi sett vekkaran, kann eg ikki fáa frið bara eina løtu!? 
“Also, tú hevur ligið nokk so leingi nú... haldi eg..."
Hví kóka tit ikki sjálvir handan fiskin, tveit í eina grýtu, koyr vatn í, kóka so. 
“Áh...”

Hvussu ber tað til?

placeholder

Meira langlesnaður