Klumman: Mammusa

Klumman: Mammusa

2017-10-27 15:32 Author image
Simona Midjord

Um vikuskiftið var heystkapping í handbólti fyri dreingir 10 ár. 

Mammussa var biðin um at spæla við, teir manglaðu manning. Annars er hann ikki aktivur í handbólti, hann er ikki ordiliga til bóltspøl. Men hendan leygardagin var hann so við.

Eg stóð og stókti flak, tá hann kom brestandi inn. “Vit eru komnir víðari! Eg skal møta aftur í høllini um tveir tímar! Man vinnur eitt steyp!“

Tveir tímar seinni, møttu vit í høllini.

Har vóru nógv kend andlit, ið vóru møtt upp til at heppa uppá sítt avkom.

Eg keypti mær kaffi og heilsaði uppá tey eg kendi. Smáu StíF’ararnir vóru skjótir og kringir. Hasir fóru at verða ringir at taka, hugsaði eg og fekk mær ein slurk av kaffinum.

KÍF’ararnir stóðu samlaðir í einum trunka. Tað var líkt til, at venjarin gav teimum eitt peptalk, áðrenn teir skuldu út at stríðast. Harragud sum hatta var elskiligt, mammusa snurl í shorts og KÍF T-shirt. Mundu hini leggja merki til, hvussu fittur hann var?

Ná, so var tað teirra túrur. Stuttligt, um teir høvdu vunnið. Men tað sum hevur týdning er, at man ger sítt besta og er við, plagi eg at siga hart. “Tab og vind med samme sind” og alt hatta har. Eg fekk mær enn ein slurk, og prátaði víðari. Ná! Nú skoraðu teir. Aja, aja, stuttligt er. Hov, nú skoraðu teir aftur. Hvussu leingi mundi verða eftir av dystinum? 2 minuttir. Náná, mundu teir fara at vinna hendan? “Nú vinna tit okkum,” segði ein mamma og flenti. 
– Aja, bara teir hygga sær, svaraði eg, men byrjaði at føla handan løgna spenningin í búkinum, sum setir pulsin upp, og byrjar at hoyrast á røddini.

“Vit eru víðari í semifinaluni mamma!”

Eg fekk eina trongd til at seta meg hinumegin, so eg var nærri uppá leikararnar, og harvið mammusa. Haltkjip, tað hevði nú verið stuttligt, um teir vunnu hatta steypið. Sjálvt um tað hevur størstan týdning at hava tað stuttligt. Pínadoyð sum tað hevði verið stuttligt allíkavæl. Sjálvt um teir bara eru 10 ár. “Geri nú tykkara besta, elskaði. Hugsa um steypið!” fekk eg sagt, sum av óvart. Onkur mamma vendi sær og smíltist.

Dysturin byrjaði, og somuleiðis krillið í hálsinum. At byrja við, var tað meiri sum eitt tesk. “Kom nú KÍF.” (Ná, ikki verða pínlig.)

So skoraðu teir. “Gott hatta har! Vísið teimum, hvat tit eru gjørdir av!” (Ups, hvar kom hatta frá. Ikki hatta svaka har, Simona. Ver nú ein fitt mamma.) 

So skoraðu hinir. “Dekkið nú ordiligt, kom! Passa uppá nummar 8! Tit tveita alt á gólv!” (Ups)

Okkara skoraðu aftur. Tíðin næstan farin. Hinir skora. “Pínadoyð dreingir, nú taka tit tykkum saman! Hatta var for bíligt hatta har!” Nú hugdi onkur mamma aftur um og flenti. Eg hugdi eisini afturum, sum var tað onkur annar, sum hevði rópt. Men vita tit hvat? Teir vunnu, og eg var líka stolt sum vissi tað var besta liðið í mansdeildini, sum akra hevði vunnið FM. Summi eru bara betri enn onnur, til dømis mammusa.

  

  

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður